Gott fjallveður um vikuskiftið

Men í næstu viku verður aftur nógvur vindur.

Eitt veikt brúgvalag liggur yvir Føroyum næstu samdøgrini, men aftaná vikuskiftið verður veðrið óstøðugt og hann veksur um vindin.


Fram til fríggjamorgunin:
Í kvøld og í nátt lítið lot til gul úr suðri og útsynningi, skýggjað og támut, men mest turt. Hitin um 10 stig.


Fríggjadagin:
Lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Í støðum stívt andøvsgul úr útsynningi. Skíggjað og támut, men mest turt. Hitin um 10 stig.


Leygardagin:
Lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Í støðum stívt andøvsgul, 10 metrar um sekundið úr útsynningi. Skíggjað og támut, men mest turt. Hitin um 10 stig.


Sunnudagin:
Gul til stívt andøvsgul úr suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skíggjað og támut, men mest turt. Um náttina snarar vindurin í ein vestan og útnyrðing. Hitin millum 7 og 10 stig.


Mánadagin:
Gul til stívt andøvsgul úr útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum um náttina veksur til strúkur í vind upp í skríð úr suðri og útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Fyrst turt og í stundum sól, seinni skíggjað og í stundum regn ella æl. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.


Týsdagin:
Stívt andøvsgul upp í ein hvassan vind úr útsynningi og suðri, 10 til 15 metrar um sekundið, um náttina veksur til skrið, 13 til 18 metrar um sekundið. Fyrst nakað av regni frá útsynningi, seinni fylgt av ælum. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.