Íløguætlanirnar mugu endurskoðast

Búskaparráðið vísir á, at politiska skipanin má vera varin við at yvirhita búskapin, tí sveiggini gerast ov ógvuslig, tá gongdin vendur.

Búskaparráðið legði í morgun fram heystfrágreiðing sína, og boðskapurin er greiður. Íløguætlanirnar mugu endurskoðast.

- Við verandi íløguætlanum er vandi fyri, at íløgurnar verða konjunkturviðgangandi, og tí fara at vaksa um sveiggini í búskapargongdini, boðar Búskaparráðið frá.

 

Búskaparráðið hevur eisini hugt at fígging kommununar av eldrarøktini, nú eldraøkið er lagt út til kommunurnar at umsita.

- Framrokningarnar benda á, at inntøkurnar ikki koma at standa mát við útreiðslurnar, um ikki framtíðar eldru árgangirnir gerast nógv heilsubetri sammett við núverandi eldru árgangir, skrivar Búskaparráðið.

 

Búskaparráðið ávarar enn einaferð móti demografisku broytingunum, sum spakuliga henda í Føroyum og vísir á, at við verandi gongd, verða vit minni enn helvtina so nógv fólk í aldursbólkinum 16 til 66 sum yvir 67 í 2050. Nú eru vit 4,5 fólk millum 16 og 66 fyri hvønn borgara yvir 67, meðan lutfallið í 2050 veður 2,1 til 1.

- Demografitreytaðu broytingarnar fram til 2050 sambært fólkatalsframskrivingum Hagstovunnar henda spakuliga ár fyri ár, og tí er vandi fyri at vit ikki merkja álvaran í hesum broytingum fyrr enn ov seint er, metir Búskaparráðið.

 

Kjarnin í boðskapinum hjá Búskaparráðnum er, at politiska skipanin má vera varin við at yvirhita búskapin.

- Tað er umráðandi, at politiska skipanin er til reiðar at útseta almennar íløgur, um greið tekin eru um yvirupphiting av búskapinum, til dømis við at húsaprísirnir vaksa skjótt og stórliga upp um tað støði, um er haldført í longdini, skrivar Búskaparráðið í frágreiðing síni.