Angist: Rudi Køhnke tordi ikki at flúgva til Føroya

DR fylgdi sjónleikaranum Rudi Køhnke á hansara ferð til Føroya, tá Fågelfångarens Son skuldi takast upp

 

Danski sjónleikarin Rudi Køhnke hevur høvuðsleiklutin í nýggja filminum Fågelfångarens Son, sum nógvir føroyingar hava sæð í biografinum seinastu dagarnar. 

Men fyri Rudi Køhnke var tað ikki bara sum at siga tað at vera við í hesum filminum, sum er upptikin í Føroyum. Hann stríðist nevniliga við sálarligu avbjóðingina angist, og óttin forðar honum í fleiri gerandisstøðum - millum annað at flúgva.  

##med3##

Danmarks Radio hevur gjørt sendingina “Rudi er bange” (Rudi er bangin) um Rudi Køhnke og hansara angist. Hann fortelur púra opið um allar hansara avbjóðingar og sítt stríð við bæði tunglyndi og angist.

Í síðsta parti av røðini fylgja vit Rudi Køhnke á hansara ferð til Føroya, tá Fågelfångarens Son skuldi takast upp. Fyri hann var meira uppá spæl enn ein høvuðsleiklutur. Hesin túrurin snúði seg um at yvirvinna á óttanum fyri at leggja lunnar undir eina bjartari framtíð uttan so sterka angist. 

##med2##

- Eg havi brúkt meginpartin av mínum lívi til at vera bangin fyri nøkrum, sum ongantíð kemur. Eg eri allatíð í einum alarmstøðu, har eg vænti, at tað nokk skal ganga illa. Tað hevur gingið illa hjá mær í so nógv ár, so tað er sum eg eri bundin av, at tað skal ganga illa, sigur hann í sendingini.

Til ber at síggja sendingina ókeypis á DR HER.

Í nýggjasta Vikuskiftis Sosiali hava vit annars stórt tema um nettupp angist og tunglyndi, har vit práta við føroyingar, ið kenna til hetta.