Høgni Hoydal takkar Paul Watson

Paul Watson hevði økt munandi um áhugan hjá ungdóminum fyri grindadrápi

 

- Eg haldi, at vit kunnu gott veita Paul Watson eina tøkk!

 

Tað staðfesti Høgni Hoydal, landsstýrismaður í veiðimálum, á aðalfundinum hjá Grindamannafelagnum í dag.

 

Hann heldur, at vit vóru komin í ta støðu, at yngra ættarliðið var dottið eitt sindur niður ímillum, hvat grindadrápi viðvíkur.

 

- Men har er rættiliga vend komin í, síðani Sea Shepherd fór at gera vart við seg, segði landsstýrismaðurin.

 

- Eg havi ongantíð vita, at tey yngru eru so errin av okkara grindadrápi, og eg kenni nógvar ungar mans, sum við stoltleika, eru til reiðar at tørna til, hvørja ferð grind er, segði Høgni Hoydal.

 

Høgni Hoydal ger eisini púra greitt, at tað er okkara ósvikaligi rættur at taka burturav okkara livandi tilfeingi.

 

Hann sigur, at tá ið útlendingar fregnast hjá honum um grindadráp, er eitt tað besta hann veit, at fortelja teimum, hvussu væl skjalprógvað, hvussu væl skipað, og hvussu burðardygt vit hava dugað at gagnýtt grindina í fleiri øldir.

 

Og hann torir eisini at leggja høvdið á blokkin upp á, at tað er er ikki nakrastaðni í øllum heiminum, har tað hevur eydnast nøkrum at troyta náttúrunar ríkidømi, og ein villini dýrastovn, so væl og burðardygt og væl skipað, sum føroyingar hava troytt grindastovnin.

 

- Eg eri vísur í, at tað er ikki nakrastaðni í heiminum, at nøkur veiða eftir villini djórum kann skjalprógvast so væl, sum grindadrápið í Føroyum kann skjalprógvast í øldir, sigur Høgni Hoydal.