Føroysku ungdómslandsliðini, sum eru í menningarkappingum, bæði her á landi, og uttanlands standi seg sera væl, og nógv góð úrslit og stig eru komin til høldar.
Í dag vóru tað U16 genturnar, ið tryggjaðu føroysku hagtølunum eitt stig. Føroyska U16 gentulandsliðið spældi ímóti Wales í venjingarkapping, sum er í Føroyum í hesum døgum.
Longu, tá 10 minuttir vóru farnir av dystinum legði Wales seg á odda. Men seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, fyrrenn føroyska liðið javnaði.
Football.fo greiðir soleiðis frá: "Hornaspark kom væl inn í walisiska brotssteigin, og har var føroyski liðskiparin, Erla Christiansen (myndin), hægst við høvdinum, og hon skallaði bóltin í málið.
Hetta var ein góð løta hjá føroyska liðnum, og var hepni við teimum, fingu tær okkurt mál afturat. Tó má sigast, at Wales átti síðstu tjúgu minuttirnar, har tær løgdu trýst á føroyska málið. Men við góðum stríðsanda, og við einum sera góðum avriki frá málverjanum, Randi á Bergi, eydnaðist at halda javnleikin líka til tíðin var farin."
Wales vann eftirfylgjandi brotssparkskappingina, men tað tók ikki gleðina frá føroyska liðnum, sum hevði reist seg aftaná 0-6 tapið ímóti Norðurírlandi.
Talan varð um stóran framburð fyri føroysku genturnar. Í tí fyrsta dystinum ígjár ímóti Norðurírlandi taptu Føroyar 0-6. Sunnumorgun klokkan 10 spæla føroysku U16 genturnar seinasta dystin í menningarkappingini. Hann verður á Tórsvølli klokkan 10 ímóti Íslandi, sum er ein sterk tjóð í kvinnufótbólti.
(Mynd: football.fo)