Uppskotini um at loyva samkyndum at giftast í Føroyum, eiga bíða til seinni.
Tað heldur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður fyri Fòlkaflokkin.
Í hesum sambandi spyr hann nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hvussu gongur at yvirtaka málsøkið "Familjurættur", og at gera tað til føroyskt sermál.
Verður málsøkið yvirtikið, er einki í vegin fyri, at landsstýriskvinnan ger eina væl gjøgnumarbeidda hjúnabandslóg, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann leggur afturat, at tá kunnu vit fáa eina lóg, sum fær eina virðiliga viðgerð í Løgtinginum, og tá høvdu vit kunna funnið eina "føroyska loysn" á málinum.
Hann vísir á, at higartil hevur viðgerðin av uppskotinum um at loyva samkyndum hjúnalagið, víst, at tað eru nógvir føroyngar, sum halda, at onkur onnur loysn átti at verið funnin á hesum øki enn uppskotini, sum nú eru løgd fyri Løgtingið.
Nógvir ógvuliga stórir og ivaspurningar eru reistir og eisini umsitingin hjá Løgtinginum hevur havt síni fyrivarni.
Hetta vísir, at hetta er alt annað enn ein einfaldur máti at loysa eitt so týðandi, kenslusamt og eymt mál uppá.
- Hetta má sigast at vera óheppið, og tað elvir til álvarsaman ótryggleika í einum máli, sum longu frammanundan voldir stórt split í fólkinum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Samstundis vísir hann á, at í samgonguskjalinum stendur, at málsøkið, "persóns-, familju og arvarættur", skulu yvirtakast.
Og nú vil hann hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvussu gongur við ætlaðu yvirtøkuni, og um tað verður nú, tíðliga í summar, sum landsstýriskvinnan boðaði Løgtinginum frá fyrr í vetur.