Fótbóltur Tað varð granskað í søgubókunum í norðara endanum av Gundadali leygardagin. Ikki síðarni teir vitjaðu í Gøtu í 1996, hevur HB lagt rygg til tap av tí slagnum, sum liðið var fyri á Eiði. Ta ferðina [...] mundi í øllum førum vera, at tað onkursvegna skuldi eydnast at venda gongdini, men tað var tó merkisvert, at ongar sum helst taktiskar broytingar vórðu framdar í steðginum. Heldur helt HB fram í akkurát [...] tað kanska ikki kortini. Einki er at ivast í, at HB stóð betri, um stig vórðu fingin til høldar leygardagin, men hinvegin er eitt tap á Eiði ikki nøkur vanlukka í sjálvum sær. Ikki minst, tá hugsað verður
koyra pengar út í tað, kann eisini vera spill. Man má byggja tað upp á sunnan og skilagóðan hátt. Og sjálvur haldi eg, at hetta er við at henda í Føroyum í dag, tó at tað enn restar nakað í. Allan Christensen [...] nevnir hann m.a. støðuna í føðivøruídnaðinum, sum føroyingar í dag liva av. Her er kvalitetsstýring við ISO 9000 ella umhvørvisstýring við ISO 14000. Alt bendir á, at tað í framtíðini verður eitt størri og [...] arbeiði má gerast í samarbeiði millum myndugleikar og virki fyri at fáa tingini gjørd á ein skipaðan hátt, soleiðis at man eisini kann dokumentera út av landinum, at man ger tað rætta í Føroyum. Her nevnir
mongdum av trevjum. Í dag hava allur familjur í Føroyum ikki møguleika ella tíð at fáast við veltu, tí hevði tað ivaleyst frøtt mongum at kunna keypt hesi forkunnugu eplini í handlarnar í hesu tíð, men allaðstaðni [...] gjørdust tað stór vanlukka. 1 millión írar svøltaðu og doyðu. Ein onnur millión megnaði at flýggja til USA og Avstralia. Nær eplið kom til Føroya er ikki heilt greitt, men heimildir í festibrøvum í Kirkjubø vísa [...] bestu eplini í Føroyum veit eg ikki, men eplini frá Oyruni í Sørvági kenni eg væl og tey hava altíð verið fyrstafloks. Herfyri fekk eg so høvið at smakka nýggj epli frá Uttastovu á Trøðum í Sandi. Tey vóru
frá Sámal Peturi í Grund stutt fyri jól. Og tað er ongin ivi um, at Landsstýrismaðurin hevur brotið eina kunngerð. So eg ivist í, hvussu sterkur Eilif Samuelsen stendur. Farið upp í spíss Jóannes Eidesgaard [...] Og tað haldi eg, at tað er í hesum føri. Tí táið ein heilur árgangur av skúlaungdómi er í vanda fyri ikki at fáa prógv, haldi eg, at talan er um at landsins virði eru í ferð við at verða søplað burtur [...] fáa enda á verkfallinum hjá studentaskúlalærarunum, so næmingarnir sleppa aftur í skúla. Verkfallið er er nú farið inn í triðju viku og nú fer av álvara at sansa at hjá næmingunum. Men kortini er onki
størsta varsemi úti í ferðsluni, siga Kristianna og Sunnvard at enda í viðtali. MYND: KRISTIANNA OG SUNNVARD Myndatekstur: - Tankarnir leita mangan aftur í tíðina, til ta náttina í fjør. Tað er líkasum [...] og Sunnvard Vang, foreldur Jóhonnu eisini hetta hóskvøldið í mars í fjør, tá ið dótturin ikki var komin til hús á midnátt. - Vit fóru stúrin í song, tí Jóhanna ikki var komin heim. Eg føldi á mær, at okkurt [...] órólig í song, greiðir Kristianna Vang frá. Mangan verður stúrt ógrundað, men hesa náttina hendi tað, sum nógv foreldur óttast mest av øllum. Sunnvard, pápi Jóhonnu, skuldi til arbeiðis á alistøðini í Lamba
sum løgmann í nýggu stýrisskipani. Tað vísir eitt nú vánaliga samskiftið hansara við tingið og í samgonguna. - Sambært nýggu skipanini skuldi løgmaður ikki umsita málsøkir, men tað hava teir í Tinganesi [...] galdandi tá valskeiðið byrjaði. - Tað hevur ikki bert sett síni spor í samskiftinum millum Landsstýrið og Løgtingið, men eisini í samskiftinum í samgonguni, sigur Anfinn V. Hansen. Áður var galdandi, at tað altíð [...] heldur, at hóast tað í løtuni er so torført hjá løgmanni at finna sín leiklut, so hevur tað ikki víst seg, at hava ávirkan. - Høvdu vit havt somu politisku støðu í samgongu og andstøðu, sum í dag, men við gomlu
einki at halda í, sum ongantíð broytist? Darwin í skúlanum, Bíblian á Tingi Róaldur Jákupsson vil vera við, at Darwin er eitt av ljótastu banniorðum í Føroyum. Hov, hov! Eg minnist væl í fólkaskúlanum, [...] síni? Róaldur Jákupsson tekur synd í mær, av tí at eg í mínum uppvøkstri varð lærd, at Bíblian er sannleiki. ,,Men hvat við teimum børnum, sum eru fødd og uppvaksin í hesum umhvørvinum, har tey verða i [...] úr kjak.fo ,,Um tú ikki vendir um og tekur ímóti Jesusi beinanvegin, so fert tú at brenna upp í Helviti í allar ævir.” Eg eri so púra samd; hatta er langt úti, fyri at siga tað beint, sum tað er. Sum við
av sær, spældi EB/Streymur dreymabólt í 7 minuttir, og við hálvleiksleiðslu, einum manni í yvirtali og í veruleikanum bara tørv á einum stigi, skuldi alt verið í pottinum, har sjampanjan hevur prutlað [...] spæla sær gullið heim á heimavølli. Í so máta er tað tað, sum tað er. Og hóast keðiligt, so nýtist tað ikki at vera nøkur vanlukka at tapa móti einum av kappingarneytunum í oddinum. Men meira enn nakað var [...] prutlað undir lokinum síðani eina ferð í juni mánaði ella so. Tora ikki at vinna Tað eru tveir lutir, sum hava týdning, um tú skalt vinna nakað sum helst í ítrótti. Fyrsta fortreytin er, at tú skalt tora at vinna
hinar. Eg haldi, at tað er so ljótt av henni. Vit hava kenst líka frá vit gingu í barnaskúlanum og í dag eru vit fyrst í 40unum. Eg haldi, at hetta er nakað, sum er komið tey seinastu árini, ella kanska [...] eri saman við. Tvær teirra eru í bindiklubbanum. Mín trupulleiki er, at vinkona mín so ofta tosar negativt um hinar vinkonurnar. Tað kann vera útsjónd, hvussu tær lata seg í og onnur privat viðurskifti, [...] at stoyta hana? Vinarliga Bindikonan Góða Bindikonan Eg eri ikki í iva um, at stóra trongdin at tosa ljótt um onnur kemst av, at tey í veruleikanum hava tað av hundunum til sjálvi. Tey brúka útspillingina
noyddir at seta ein nýggjan mann inn í álopið, og tað fall unga Esberni Patursson í lut. Esbern spældi bæði á høgra bakki og á miðjuni, og tað kom hann bara væl frá. Í verjupartinum bleiv Esbern avloystur [...] odda 25-23, kom avgerandi løtan í dystinum. Vestmenningar fingu brotskast, sum Sámal sendi í netið, og samstundis reyk leikandi venjarin hjá hoyvíkingum, Henrik Gerster, út í tveir minuttir. Hesar báðar [...] fyri at gera seg galdandi í oddastríðnum. Hinvegin var støðan eisini tann, at vunnu hoyvíkingar dystin fóru teir fram um vestmenningar á stigatalvuni, og tað hevði verið ein vanlukka fyri siðvanda liðið úr