Fótbóltur
Tað varð granskað í søgubókunum í norðara endanum av Gundadali leygardagin. Ikki síðarni teir vitjaðu í Gøtu í 1996, hevur HB lagt rygg til tap av tí slagnum, sum liðið var fyri á Eiði. Ta ferðina var tapið eitt álvarslit skot fyri bógvin í gullstríðnum, sum eisini endaði í Gøtu ta ferðina. Og mongd munnu eisini halda, at hetta var eitt punktum fyri gullstríðnum á hesum sinni.
Merkisverd uppstilling
Men lætt skuldi tað ongantíð gerast hjá HB móti EB/Streymi. Ikki síðani 2001 hevur tað eydnast teimum reyð/svørtu at fáa øll stigini á Eiði, og tá EB/Streymur samstundis er eitt av bara tveimum liðum, sum ikki hava tapt á heimavølli í ár.
Og tað stóð mest sum alt greitt, at heimamenninir ikki høvdu nakran sum helst hug at broyta hugaligu hagtølini. Mest sum alt fyri eitt settu teir seg á miðvøllin, har Ronnie Samuelsen ikki læt seg merkja av, at hann hevur hugnað sær í fjórðu deild seinasta hálva árið. Saman við Marna vann hann at kalla alt mitt á, og við Bárður Olsen og Hans Paula Samuelsen á kantunum, byrjaðu møguleikar mest sum alt fyri eitt at koma.
Tað skal tó eisini leggjast afturat, at tað vóru mong av HB-viðhaldsfólkunum, sum undraðust á, hvussu liðið var sett saman hesaferð. Kantarnir á miðvøllinum vóru mannaðir av Vagni M. Mortensen og Rúna Nolsøe, sum báðir tveir eru munandi betri mitt fyri enn í borðunum. Jákup á Borg var fluttur aftur á høgra bakk, og í miðverjuni var Jóhannis Joensen aftur at síggja, eftir at hann at kalla ikki hevur vant, síðani hann varð skaddur fyri lítlum mánaði síðan.
Greið dystargongd
Tað gav í nógvar mátar eina óbalansu á HB-liðnum, sum teir ongantíð megnaðu at vinna á. Samstundis tóktist motivatiónin hjá monnunum at vera millum lítil og eingin. Hvørki nærdystir ella næstu bóltarnir vórðu vunnir, og so er altso trupult at standa ímóti, tá talan er um eitt topp-motiverað mótstøðulið.
Vandatekini komu skjótt oman móti HB-málinum, men onkursvegna tóktist tó, sum skuldi HB kortini koma heilskapað ígjøgnum stormin. Ikki minst tí liðið ferð eftir ferð hevur sýnt, at hóast spælið ikki koyrir optimalt, so megna teir kortini at fáa mál og stig burturúr. Ein eginleiki, sum avgjørt er ein neyðugur partur av tilveruni sum støðugt oddalið.
Men um hálva tíman fekk EB/Streymur tó hol á. Eitt HB-álop varð brotið, tá ein sera væl spælandi Gert Hansen fangaði bóltin á miðjum vølli, og so setti hann ferð á. Við fullari ferð dróg hann oman móti verjuni, áðrenn hann slepti inn um til Sorin Anghel, sum ísakaldur legði bóltin framvið Bárði Johannesen í HB-málinum.
Um nakað, so setti málið enn meira ferð á vertirnar, og ferð eftir ferð sást HB-verjan bakka eftir hæli í hjálparsleysu royndunum at steðga kviku álopunum, sum mest sum hvørja ferð stóðust av bóltmissi í illa skipaða HB-uppspælinum.
Skrædnaði
Tað tóktist tó, sum skuldi HB onkursvegna ríða stormin av, og hóast eingin mundi vera í iva um, hvat betra liðið var fyri steðgin, so var einki avgjørt, tá farið varð út til seinna hálvleik.
Vónin hjá HB mundi í øllum førum vera, at tað onkursvegna skuldi eydnast at venda gongdini, men tað var tó merkisvert, at ongar sum helst taktiskar broytingar vórðu framdar í steðginum.
Heldur helt HB fram í akkurát sama lag, og so takkaðu vertirnir fyri. Teir hildu somuleiðis fast um sína uppskrift, og eftir steðgin var effektiviteturin eisini hægri. Bárður Olsen at kalla kopieraði avrikið hjá Gert fyri steðgin, tá hann rak niðaneftir, áðrenn hann fann Sorin, sum smekkaði í kassan, og so var mest sum avgjørt.
Heilt galið gjørdist tað hjá HB seinasta korterið. Fyrstu ferð Jákup veruliga royndi at koma niðan eftir kantinum, slerdi EB/Streymur aftur kontra. Eftir langan bólt niðan til Egil á Bø, varð Hans Pauli sendur avstað, og tá tað ikki eydnaðist honum at skjóta, valdi hann ístaðin at spæla Sorin, so hesin kundi staðfesti reint hat-trick.
Og so áttu áskoðararnir enn hæddarpunktið á dystinum til góðar. Hetta setti Bárður Olsen, tá hann úr 20 metrum kanoneraði bóltin í meskarnar, eftir at Egil hevði lagt út frá. Eitt framúr vakurt mál, sum uttan iva man teljast millum tey bestu, sum eru skotin á Mølini yvirhøvur.
Seinastu løtuna av dystinum hevði HB annars verið betri við, tá Rúni Nolsøe varð fluttur sentralt, samstundis sum Ronnie Samuelsen varð tikin út hjá EB/Streymi. Men hetta munaði tó lítið í heildarmyndini, og kundi allar hægst nýtast til ein staðfesting av, at tann broytingin skuldi verið gjørd nógv fyrri.
Eru enn við
Á heimasíðuni hjá HB var staðfestingin eftir dystin, at liðið nú hevur meldað seg úr gullstríðnum, men heilt so svart er tað kanska ikki kortini.
Einki er at ivast í, at HB stóð betri, um stig vórðu fingin til høldar leygardagin, men hinvegin er eitt tap á Eiði ikki nøkur vanlukka í sjálvum sær. Ikki minst, tá hugsað verður um, at bæði Skála og B36 eisini skulu á vitjan á Mølini.
Við øðrum orðum, so kann HB væl røkka gullinum, um teir gera bart í seinastu seks dystunum. Men skal tað henda, so verður altso neyðugt við heilt øðrum broddi í spælinum. Meira skipan í bæði álopi og verju, og fram um alt, meira vilja. Ein vilja, sum Uni Arge hesaferð var einsamallur um at sýna, tá hann varð skiftur inn, men tá var slagið longu tapt.
Og eisini EB/Streymur kann staðfesta, at teirra lið framvegis er við í feltinum, sum enn hevur ein møguleika at røkka heiðursmerkjum. Formkurvan staðfestir, at talan hesaferð var um níggjunda dystin á rað uttan tap, og tann røðin inniheldur altso vitjanir hjá bæði Skála og B36! Tað ber boð um eitt lið, sum veruliga vil nakað, og so er spurningurin, hvussu tað fer at gangast í Runavík komandi vikuskifti.