Viðmerking til ‘Kjak um Gud’

Las týsdagin 6. nov. ein stubba hjá Róaldi Jákupssyni, fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldisflokkin, har hann finst at kjakinum um ,,hvussu nógv kristindómur og onnur religión skal fylla í almenna rúminum.”

Tað fyrsta hann nevnir er ónøgd hansara viðv. barna- og ungdómsarbeiði vesturi á Zarepta. Lat tað verða sagt, at eg væl skilji tað, hann tosar um, tá hann nevnir hetta dømi úr kjak.fo ,,Um tú ikki vendir um og tekur ímóti Jesusi beinanvegin, so fert tú at brenna upp í Helviti í allar ævir.” Eg eri so púra samd; hatta er langt úti, fyri at siga tað beint, sum tað er.

Sum við øllum øðrum nýggjum arbeiði, eru sjálvsagt ongar royndir at dúva uppá, tá farið verður undir nakað nýtt. Zarepta fyllir fjøruti í ár, og hava tey nú drúgvar royndir innan barnaarbeiði. Óivað var tað soleiðis fyri fjøruti árum síðani, at hjartað brann meiri enn heilin hugsaði um avleiðingar.

Læran um Helviti er einki broytt hesi fjøruti árini, men framferðarhátturin er munandi broyttur. Havast má í huga, at omanfyri nevnda ræðusøga ongantíð hevur verið ‘standard søgan’, fortald verður børnunum, tá tey hoyra um Jesus. Bert at fortelja um Helviti er at siga bert eitt brot av støðu menniskjanna. Eg vil leggja dent á, at í dag verður leiðarin á fyrsta leiðarafundi (hvønn dag er leiðarafundur eftir døgurða) mintur á júst hetta; um ikki at ræða børnini til Himmals, men at vísa teimum kærleika og vera góð við tey.

Tað er sjálvandi ein ræðuleiki, at tað eru fleiri, sum eru komin út fyri omanfyri umtalaða. Tíverri hendi tað soleiðis, at tað gekk út yvir virðismikil, smá børn, sum í dag ivaleyst munnu vera vaksin, og hevur hetta allarhelst havt tað við sær, at tey einki longur vilja hava við hvørki Zarepta ella Jesus at gera. Tíbetur er framferðarhátturin broyttur, eftir at man hevur sæð, at tað skaðar og skelkar børn, fer man ikki varliga fram. Børn eru viðbrekin og sera móttakilig, og tí má farast fram við allarstørsta varsemi.

 

,,Hava tey nakrantíð haft eitt frítt val?”

 

Eg havi altíð havt frítt val. Og ofta havi eg verið á Zarepta. Eg eri ein teirra, sum Róaldur Jákupsson vildi kallað indoktrinerað. Men tað, sum Róaldur Jákupsson ikki veit, er at foreldur míni ongantíð hava noytt meg til nakað. Tvørturímóti. ,,Hvør verjir tey?” spyr Róaldur Jákupsson um okkum indoktrineraðu. Svar mítt er, at foreldur míni vardu meg. Sjálv trúgvi eg so sjálvsagt eisini, at Gud vardi meg á ein hátt, mær nú gagnast og kemur til góða.

Aftur til fría viljan. Bíblian lærir okkum ymiskt um Gud, m.a. at Hann er almáttugur. Kundi Hann tá ikki noytt okkum øll at komið til Hansara? Jamen, hví ger Hann so ikki tað? Jú, tað er tí, at Hann ynskir, at vit menniskju skulu koma til Hansara av egna fría vilja okkara. –Hvørja gleði hevði tað havt við sær at noytt eitt barn at elska foreldur síni?

Róaldur Jákupsson tekur synd í mær, av tí at eg í mínum uppvøkstri varð lærd, at Bíblian er sannleiki. ,,Men hvat við teimum børnum, sum eru fødd og uppvaksin í hesum umhvørvinum, har tey verða indoktrineraði við bíbliuni sum hægstu lóg?” Góðasti Róaldur Jákupsson, eg gleðist og eri takksom fyri tað. Mær varð givið nakað at halda í, inntil eg var nóg vaksin at taka aðra avgerð sjálv, um eg heldur ynskti tað.

Er tað kanska ein vanlukka at verða lærdur, at man skal elska næsta sín, at man eigur at akta foreldrini, at tað er ein Himmal til teirra, sum velja at geva seg til Jesus og taka ímóti tí góða, Hann hevur til okkara, at Helviti í grundini ongantíð varð ætlað menniskjum, men Djevlinum og einglum hansara? At Gud er kærleiki og ynskir at leiða okkum yvirum frá deyða til lívs?

So er spurningurin, hvat síðani skal koma ístaðin fyri hesa propaganduna, sum tú, modernaði individualistur, so inniliga ynskir, eg var fyri uttan. Tað sigur søgan einki um. Sum Tróndur Olsen sigur í sangi sínum meg lysti at frætt, meg lysti at frætt. Skuldu vit kanska bara havt nakað at gingið eftir, sum ikki hvíldi í einum hægri mátti, men bert var evnað til av menniskjum? Eitt banalt dømi vildi verið hetta: flestu okkara vildu sagt, at tað er ljótt at gera øðrum fortreð, men um onkur segði tað øvugta, hvat varð tá galdandi? Báðar útsagnir eru jú sagdar av menniskjum; hvør útsøgn man so vera røtt? Hvat skulu vit byggja á? Søgan sigur okkum jú, at vit menniskju broytast og hugburðir broytast. Er tá einki at halda í, sum ongantíð broytist?

 

Darwin í skúlanum, Bíblian á Tingi

 

Róaldur Jákupsson vil vera við, at Darwin er eitt av ljótastu banniorðum í Føroyum. Hov, hov! Eg minnist væl í fólkaskúlanum, at menningarlæran var tað, lívfrøðibókin lærdi okkum. Samstundis minnist eg eins væl, at skapanin varð lærd í kristnitímunum. Tá eg seinni fór á studentaskúla, valdi eg mær heimspeki sum eina av vallærugreinunum. Tá var ein øðilig mótstøða ímóti skapan, men stór undirtøka fyri júst menningarlæruni. Hvat navn er verri hjá vaksnum at taka á tungu, Jesus ella Darwin?

Irriterandi, at fólk brúka Bíbliuna sum grundarlag fyri teirra sannføring. –Serliga, tá tað kemur til politik; soleiðis ganga summi og mutla. Óivað sipar Róaldur Jákupsson til Miðflokkaumboðini, og møguliga onkran annan í øðrum flokki, sum trýr á Gud. Men hvat tá? Vit vita jú øll, hvat hesi standa fyri. Ein partur av Føroya fólki hevur valt tey inn á ting at umboða seg. Man tað ikki júst vera tí at veljarin veit, hvat hesi byggja á, nevniliga tað, sum er fast og ikki broytist eins og tíðin og rákið? Er tað ikki tað einasta demokratiska, at hesir veljarar eisini verða umboðaðir á tann hátt, teir ynskja tað? Skal tað nú ikki vera pláss fyri øllum í Føroyum allíkavæl?