Fleiri enn 200 sløg av eplum eru til! Plantan stavar upprunaliga frá Mið- og Suður-amerika. Mannfrøðingar vilja vera við, at fólk hava gagnnýtt eplið sum búnaðarplanta seinastu 8.000 árini.
So var tað, at spanskir ’conquistadores’ í 1570 tóku eplið við sær úr Kolumbia og heimaftur til Evropa. Talan var um slagið Solanum tuberosum, ið vaks væl og tískil rættiliga skjótt gjørdist týðandi kostur hjá fátøkum í Evropa. Serliga kenna vit søguna um týdningin av eplum hjá írum. Svartaspilla oyðilegði allan skurðin 1845-1849 og júst um hetta mundið át ein meðal-íri 3-4 kg av eplum hvønn dag. Tí gjørdust tað stór vanlukka. 1 millión írar svøltaðu og doyðu. Ein onnur millión megnaði at flýggja til USA og Avstralia.
Nær eplið kom til Føroya er ikki heilt greitt, men heimildir í festibrøvum í Kirkjubø vísa eftir øllum at døma á, at Kirkjubø-menn í seinnu helvt av 1700-talinum vóru farnir at velta eplir. Eplið kom til Noreg í 1750, so tað er helst á rættari leið.
Seinastu vikurnar hava fólk tikið nýggj epli upp. Einki er sum nýggj epli. Skalið er tunt og smakkurin mildur søtligur og næstan saftigur. Taka vit tey seinni upp ella goyma myrkt og kalt (7-10 hitastig) gerst smakkurin meira kraftmikil og búgvin. Hvør eigur bestu eplini í Føroyum veit eg ikki, men eplini frá Oyruni í Sørvági kenni eg væl og tey hava altíð verið fyrstafloks. Herfyri fekk eg so høvið at smakka nýggj epli frá Uttastovu á Trøðum í Sandi. Tey vóru eisini frálík, bæði kókaði og sum morl. Sera delikatur smakkur. Hevði hugsað mær at frætt hvørji epli fólk úti um landið hava sett og hvussu hevur hilnast. Sløgini eru fleiri og onkur svør millum annað til sokallaðu reyðu eplini.
Hví fáast føroysk
Eitt havi eg altíð undrast á her heima. Hví eru fólk so errin um stór epli, ið tey hava tikið upp? At fáa góðan skurð í veltuni er at fegnast um, men at hálova stór epli skilji eg ikki. Minni eplini smakka so nógv betri! Aðrastaðni vera stór epli brúkt at geva neytunum. Men tað er kanska tann sokallaði ’skipara-mentaliteturin’, ið eisini á hesum øki ger seg galdandi. Tað snýr seg um kvantitet heldur enn kvalitet.
So at siga alt grønmeti og frukt smakkar annars betri í minni støddunum. Vit kenna tað eisini frá fiski og kjøti. Vit velja heldur eina minni ’spraggu’ enn ein stórvaksnan grovan kalva, og lambskjøtið framum eina gamla ær.
Men eplini hava vit ikki heilt funnið skil á enn.
Um hugt verður at føðsluráð, so hava eplini søguliga altíð átt heiðurspláss, - serliga í Norðanlondum. Nógv C vitamin er í og ikki minst nógv kolhydrat-orka. Og so er tað eisini bíligur matur. Seinnu árini hava tó verið røddir frammi, - kanska serliga stavandi frá føðslu-ráðgevum úr USA, at eplini vóru fitandi kostur, ið átti at avmarkast í stóran mun. Hesi ráð, ið oftani eru at lesa í damu-bløðum, gera vanliga ikki vart við, at amerikanarar eta eplir sum kips (pommes frites) og at teirra kanningar eru grundaðar á frityru-stokt epli. Ikki undarligt at tað sæst á teimum!
Felags Norðurlendsku Føðslutilmælini mæla enn til, at vit skula eta epli hvønn dag. Gjarna sum kókaði og ongantíð betur um tey eru køld, tí tá økist mongdum av trevjum.
Í dag hava allur familjur í Føroyum ikki møguleika ella tíð at fáast við veltu, tí hevði tað ivaleyst frøtt mongum at kunna keypt hesi forkunnugu eplini í handlarnar í hesu tíð, men allaðstaðni eg spurdi vóru eingin føroysk epli at fáa. Hví er so? Eru føroysku eplini so fá ella spyrja vit sum brúkarir bara ikki eftir teimum í handlunum og keypa glaðbeint tey innfluttu?
Ikki so, tey innfluttu eplini kunna saktans vera góð eisini. Var framvið í Miklagarði í Havn herfyri. Johnny, ið er frukt- og grønt-leiðari ger rættiliga nógv burturúr eplum. Hann hevur stórt úrval og tekur epli í álvara. Øll sløgini hava sítt at bjóða. Summi eru føst og góð at kóka, onnur meira mjølvut og góð at baka ella til morl. Eplini í løtuni eru donsk og fronsk. Tey smakka sera væl. Serliga er stuttligt at uppliva munin á epla-sløgum. Hvussu asparges-eplini at kóka eru føst og sera aromatisk, meðan reyð-eplini eru eksotisk at sjá og Estima-bakieplini góð at baka og til morl. Og tíðin er júst til eplamorl nú. Ein góðan langtíðar-stoktan grýturætt og so eplamorl við smør og róma afturvið. Tað er matur, ið hitar og hugnar.
Við hesum vil eg heita á fólk at víðka sær epla-sjónarringin. Eftirspyrji ymisk sløg frá lokala keypmanninum og varðveitið fjølbroytni á marknaðinum!
Dagsins tekstur um epli er sum so ikki nakað ummæli, men heldur ein umrøða og viðgerð. Epli eru so skiftandi og broytast frá viku til viku. Ilt at samanbera og gera ummæli. Tí vil eg heldur vísa á hvørjir møguleikar eru og so at enda, heita á fólk at royna smærri eplini, hvussu væl tey smakka.
Hesi 6 sløgini vóru at fáa í Miklagarði í Havn hendan dagin:
• Røde Rosevalde (fronsk) 24,95/650 g (kr. 38,38/kg): baka, steikja
• Asparges (donsk) 26,95/1,5 kg (kr. 17,97/kg): kóka, køld í salat
• Charlotte (fronsk) 17,00/650 g (kr. 26,15/kg): kóka
• Viggo Ditta (donsk) 17,00/2 kg (kr. 8,50/kg): kóka
• Vildmose Folva (donsk) 17,00/1,5 kg (kr. 11,33/kg): til alt
• Bage Estima (donsk) 17,00/1,5 kg (kr. 11,33/kg): baka, morl









