Hundarnir kukka í túnið
Hey Rigmor
Vit búgva í randarhúsum í Havn og hava ein stóran trupulleika við hundalorti. Grannarnir á báðum síðum og fleiri onnur í grannalagnum hava hund og lata teir ganga leysar. Hetta vísir seg so í hundalortum, ið liggja fjaldir í grúsinum uttan fyri hjá okkum. Vit traðka sjálvandi í hetta og merkja ikki luktin fyrr enn vit sita inni í hitanum í bilinum. Sera vemmiligt og ólekkurt. Hvussu skal eg bera meg at fyri at siga við grannarnar, at hesin atburður ikki er í lagi?
Heilsan ein óður granni
Góði óði granni
Ja, hvussu ber tað til, at fólk fáa sær hund og so skíta tey á, hvar hann skítur? Líka so fittir, sum hundarnir eru, líka so vemmiligir eru hundalortarnir, sum sløðast um geilar og tún, til stóran ampa fyri gongufólk.
Eg rokni við, at tú veitst, hvørjir grannarnir eru, sum ikki taka upp eftir sær. Kanska skilja teir boðskapin, um tú blakar eina rullu av hundalortaposum í postkassan hjá teimum. Tú fært ókeypis rullur frá Snarskivuni hjá kommununi.
Og so kanst tú eisini vóna, at grannarnir kenna seg raktar, tá teir lesa títt hjartasuff í blaðnum.
Hjálpir tað ikki, kanst tú senda boð eftir hundafangaranum næstu ferð ein hundur gongur leysur í grannalagnum.
--
Góða Rigmor
Dóttir mín er 16 ára gomul. Hon og vinkonurnar eru javnan til dansitiltøk, og eg haldi meg vita, at tey drekka til hesi tiltøk. Mær dámar ikki, at dóttirin byrjar ov tíðliga at drekka. Hevur tú nakað hugskot um, hvussu eg skal fyrihalda meg til hetta? Eg vil heldur ikki læsa hana inni, til hon verður 18 ára gomul.
Vinarliga Mamman
Góða Mamman
16 ára gamlar gentur eru rættiliga vaksnar og skilagóðar, og eru oftast komnar yvir tað ringasta, sum puberteturin hevur at bjóða. Tær búnast við rúkandi ferð og hava brúk fyri at slíta seg leysar frá foreldrunum.
Diplomatisku evnini hjá foreldrunum sleppa at standa sína roynd, tá børnini verða tannáringar, og tað kann vera torført at finna eina natúrliga javnvág í mun til avtalur og útilív. Konfliktir standast ofta, tá mørkini eru órealistisk í mun til nútíðina og tað lív, sum tann ungi vil liva.
Í útgangsstøðinum haldi eg, at tú eigur at hava álit á dóttrini – í øllum førum so leingi hon virðir avtalurnar. Men so mugu avtalurnar eisini vera soleiðis, at tær, innan fyri skilamørk, ganga hennara ynskjum á møti. Tí hon má hava ein reellan kjans at prógva, at tú kanst hava álit á henni. Til dømis nær hon skal vera heima, at hon skal ikki drekka seg fulla, at hon skal sova heima, at hon skal siga frá, hvar hon er, ella hvat tit nú kunnu semjast um. Brot á avtalur kunnu fáa avleiðingar fyri eitt nú lummapening, klædna- og onnur ynski, og aðra “goodwill” frá foreldrunum.
Sum tú sjálv sigur: tað ber ikki til at læsa hana inni, til hon verður 18 ár.
v. rigmor
--
Pápi drekkur
Góða Rigmor
Pápi mín er sjómaður og hevur leingi drukkið alt ov illani. Mamma finnur seg í hesum – eg veit ikki hví – men tað ger hon so. Eg og beiggi mín eru 16 og 12 ár, og vit eru so troytt av, at pápi altíð er fullur, tá hann er heima hjá okkum. Eg vil bara hava ein pápa, sum eg kann tosa við, uttan at hann hevur gloymt okkara samrøðu dagin eftir. Er tað ov nógv at forlanga?
v.h. dóttirin
Góða dóttir
Nei, tað er ikki ov nógv forlangað, at pápi tín minnist samrøður tykkara dagin eftir. Ella at hann og mamma tykkara geva tær og beiggja tykkara ein tryggari uppvøkstur.
Børn hjá alkaholikarum rinda ein ovurhondshøgan prís, tá annað ella bæði foreldrini drekka. Og arrini fylgja teimum restina av lívinum, fáa tey ikki hjálp.
Hvørki tú ella nakar annar kann noyða pápa tín at gevast at drekka. Hann má sjálvur koma til ta niðurstøðu, at honum tørvar hjálp!
Tí mugu tit læra at frígera tykkum frá hansara trupulleika, so tit kunnu mennast og trívast, og elska pápa tykkara sum hann er.
Tit kunnu byrja við at seta tykkum í samband við heilsusystrina í skúlanum ella flokslærara tykkara. Tað eru fleiri felagsskapir, sum bjóða hjálp til avvarðandi hjá alkaholikarum, eisini til børn og ung. Tit kunnu fara sjálvi, ella kanska tit fáa mammu tykkara við eisini. Her eru nøkur leinki til stovnar og felagsskapir: Blái Krossur www.blakross.fo, Anonymir Alkoholikarar www.al-anon.dk og Barnaverndarstova Føroya www.bvs.fo. Eisini eru nakrar heimasíður, har til ber at leita sær ráð www.eg.fo og www.hope.dk.
Góðu tit. Lovið mær, at tit leita tykkum hjálp sum skjótast. Har eru nógv, sum eru klár at taka ímóti tykkum.
Góða eydnu við øllum.
v. rigmor
--
Vónbrotin av systkinabarninum
Góða Rigmor
Eitt syskinnabarn mítt skal giftast í summar. Hon og komandi maðurin hava bjóðað umleið 100 gestum. Men vit systkinabørn og makar eru ikki boðin við. Tá eg og maðurin giftust fyri nøkrum árum síðani, vóru hon og komandi maðurin millum okkara 150 gestir. Nú eri eg altso eitt sindur súr inn á hana, tí hví skal hon akkurát halda okkum syskinnabørnum úti, tá hon sjálv hevur verið boðin við til brúdleypini hjá systkinabørnunum í familjuni? Hvat heldur tú eg skal gera?
Heilsan hin skuffaða
Góða skuffaða
Sjálv havi eg tað prinsipp ongantíð at leggja meg út í hvønn ella hvussu fólk bjóða í veitslu. Næstan øll noyðast at seta markið onkrastaðni – helst mest av fíggjarligum orsøkum, og ikki tí tey ikki ynskja at síggja fólk. Send tú brúðarparinum eina pena heilsu á stóra degnum. Tú missir onki av at vísa stórsinni.
v. rigmor
--
Send spurningar til: rigmor@sosialurin.fo