Sámal leiddi VÍF til sigurs

Hondbóltur: Vestmenningar høvdu vitjan av hoyvíkingum í høllini í Vestmanna sunnudagin, og hóast fyrri hálvleikur helst var ein tann vánaligasti, ið VÍF hevur leikt leingi, so eydnaðist tað kortini vestmenningum undir leiðslu av einum stórspælandi Sámal Joensen at vinna ein sannførandi sigur.

Kravið til vestmenningar undan dystinum móti H71 sunnudagin var stutt og greitt ein sigur, um VÍF yvirhøvur skal hava nakran sum helst møguleika fyri at gera seg galdandi í oddastríðnum. Hinvegin var støðan eisini tann, at vunnu hoyvíkingar dystin fóru teir fram um vestmenningar á stigatalvuni, og tað hevði verið ein vanlukka fyri siðvanda liðið úr hondbóltsbygdini Vestmanna.

Eingin Levi í hoyvíksmálinum
Undan dystinum var greitt, at H71 noyddist at verða ein týðandi leikara fyri uttan. Landsliðsmálverjin Levi Nybo hevði meitt seg, og tískil høvdu hoyvíkingar einans Bjarna Arnason at dúva upp á millum stengurnar. Gaman í sat Levi á beinkinum og var inni til eitt brotskast, men tað var alt.
Nú Jákup á Borg hevur sagt hondbóltinum farvæl fyri í ár, og H71 eisini noyddist at verða Niels Viggo Niclasen fyri uttan, vóru hoyvíkingar noyddir at seta ein nýggjan mann inn í álopið, og tað fall unga Esberni Patursson í lut. Esbern spældi bæði á høgra bakki og á miðjuni, og tað kom hann bara væl frá. Í verjupartinum bleiv Esbern avloystur av Bárði Brimvík. Hjá vestmenningar var støðan tann, at Áki Olsen sat á beinkinum, men har bleiv hann sitandi allan dystin.
Hoyvíkingar løgdu bragdliga fy ri. Fyrstu longu løtuna vóru teir klárt við yvirluta, og serliga var tað í høgru álopssíðu, at teir fingu nógv mál. Henrik Gerster ella Esbern Patursson fór inn móti VÍF-verjuni, ið rykti saman fyri at verja, og tá so Gerster ella Esbern beindu bóltin víðari, var gott pláss hjá vonginum ella bakkinum at fara ígjøgnum og skora. Sum heild kann sigast um fyrra hálvleik, at verjan hjá VÍF als ikki fekst at virka. Tað bøtti tó nakað um støðuna, tá ið Daniel Rapa kom inn, tí hann er stórur og sterkur leikari, ið var førur fyri at taka nærdystirnar við eitt nú Gerster, Halgir, Olaf og aðrar kropssterkar leikarar hjá hoyvíkingum.
Spælið gekk ógvuliga skjótt úr enda í enda í fyrra hálvleiki, og til tíðir gekk spælið eisini ov skjótt, so at bólturin fór út av vøllinum ella endaði hjá einum mótstøðumanni. H71 tóktist tó at hava munandi betur stýr á sínum spæli, meðan einki lukkaðist hjá vestmenningum. Til dømis fingu hoyvíkingar ein mann útvístan, tá ið knappir níggju minuttir vóru leiktir, men skoraðu tó nærum beinan vegin. Beint eftir hetta málið reyk enn ein hoyvíkingur út, so at VÍF vóru 6 móti 4, men enn einaferð eydnaðist tað H71 skora, og vestmenningar fingu ikki mál!
Fyrri hálvleikur var ikki hálvrunnin, og H71 hevði lagt seg á odda 9-4. Nú kendu vestmenningar seg noyddar at taka time-out, og eftir hetta batnaði spælið nakað hjá heimaliðnum, so teir hildu tørn og nakað afturat fram til hálvleik. Tá ið komið var til hálvleiks, høvdu gestirnir úr Hoyvík eina leiðslu upp á trý mál, 17-14, og trúfastu áskoðararnir hjá vertunum tóktust ikki at hava tær stóru vónirnar um, at gongdin fór at venda eftir steðgin.
Eykamálverjin hjá H71, Bjarni Arnason, ið av álvara fekk roynt seg sunnudagin, stóð ein góðan fyrra hálvleik, men tað skal eisini sigast, at atsóknirnar hjá vestmenningum vóru rættuliga tamar fyri steðgin, og harafturat var verjan hoyvíkingum tøtt, og H71 hevði fleiri góð blokk av skotroyndunum hjá vestmenningum.

Sámal og VÍF vakna úr dvala
Eftir steðgin var dysturin heilt ein annar. Vestmenningar vóru sum hamskiftir, og serliga ein maður skaraði framúr. Landsliðsleikarin Sámal Joensen, ið hevði verið ógvuliga anonymur ta løtuna hann var á vøllinum í fyrra hálvleiki, var bart út sagt flúgvandi. Hann gjørdi ikki mætari enn at skora átta mál fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki. Tað tóktist sum um, at alt hann royndi seg við endaði í málinum aftan fyri Bjarni Arnason.
Í hinum endanum var Dejan Lacok komin at standa fyri Eli Müller, og tað hjálpti eisini um støðuna hjá vestmenningum, tí Eli hevði ikki ein góðan dag sunnudagin, og hóast Dejan ikki stórspældi, so hevði hann tó nakrar góðar bjargingar.
Hetta gjørdi, at leiðslan hjá H71 hvarv, og seinni hálvleikur var bert níggju minuttir gamal, tá ið heimaliðið tók leiðsluna. Nú tóku hoyvíkingar time-out, og eftir hetta gekk rættuliga javnt á, hóast vestmenningar allatíðina høvdu munin við einum ella tveimum málum. Tá ið so okkurt um tíggju minuttir vóru eftir at leika, og VÍF var á odda 25-23, kom avgerandi løtan í dystinum. Vestmenningar fingu brotskast, sum Sámal sendi í netið, og samstundis reyk leikandi venjarin hjá hoyvíkingum, Henrik Gerster, út í tveir minuttir. Hesar báðar minuttirnar kostaðu H71 trý mál eftir reyv, og VÍF kom tískil á odda 28-23. Hoyvíkingar vóru ikki meiri enn blivnir fullmannaðir, tá ið teir fingu enn eina útvísing, hesaferð til Bárð Brimvík, og aftur hesaferð kostaðu teir báðir minuttirnir teimum trý mál eftir reyv, so nú var støðan knappliga 31-24 til VÍF, og dysturin var væl og virðiliga avgjørdur. Seinastu tíggju minuttirnar var orkan farin at ganga undan hjá hoyvíkingum, og tá var lagamanni hjá fótfimu vestmenningunum, Johnny, Agnar, Petur Frank og Inga at renna hoyvíkingarnar sundur og saman. Tá ið dysturin bleiv bríkslaður av, var støðan tann, at heimaliðið úr Vestmanna hevði vunnið ein tryggan sigur, 34-26, eftir at teir vóru aftan fyri 14-17 í hálvleikinum. Tað vil siga, at VÍF vann seinna hálvleik 20-9!

VÍF-H71 34-26 (14-17)
VÍF: Sámal Joensen 9(1), Agnar Joensen 6, Ingi Olsen 5, Johnny Joensen 4, Daniel Rapa 3, John Zachariassen 3, Harald Bjørgvin 2, Petur Fr. Joensen 1, Áki G. Olsen 1
H71: Henrik Gerster 9(4), Esbern Patursson 4, Halgir Dahl-Olesen 4, Heini Bendtsen 3, Christian Eli Zachariasen 2, Olaf Vestergaard 2, Johnny Durhuus 1, Bárður Brimvík 1

Brotskøst: VÍF 3(3), H71 7(4)
Útvísingar: VÍF 3, H71 7

Dómarar: Gunnar Gregoriussen og Geir Wardum: Stýrdu dystinum fyrimyndarliga