Reint umhvørvi
Tá tosað verður um tær avbjóðingar, sum eitt reint umhvørvi setir, so snýr hetta seg so sanniliga ikki bara um vandar í sambandi við eina oljuleiting. Allan Christensen hevur sum speciali jørð- og vatndálking. Er eitt øki dálkað, so hava teir tøknina og royndirnar til at siga, hvat teir meta er besta loysnin. Tað er í hesum sambandi, at tað verður gjørd eina risikometing. Tað er ikki altíð tað er rætt at reinsa upp eftir eina dálking. Dálking kann gott vera av slíkum slag, at hon ikki er nakar vandi fyri kringumhvørvið, tvs. fyri vatn, luft og inniklima, spælandi børn osfr. Tá skal hon liggja. Men er hon ein vandi, tá má man vita, hvør er besti mátin at handfara hana uppá.
Umframt dálkaða jørð og vatn og kringumhørvi annars so arbeiðir Allan eisini við at ráðgeva í sambandi við bygging av vatnverkum, vatnviðgerðarútbúnaði, brennistøðum osfr.
Teir báðir halda ikki, at teir taka munnin ov fullan, tá teir siga, at teir við sínum kunnleika til føroysk viðurskifti, kunnu veita eina henta ráðgeving her. -Við okkara bakgrund her hava vit kanska betri forstáilsi av viðurskiftunum enn nógvir aðrir í útlandinum hava tað. Vit kundu hugsað okkum at hava eina støð her, men tað mugu vera føroyingar sjálvir, sum eru drívmegin.
Poul Erik Skakke heldur fyri, eftir at hava tosað við umboð fyri føroyskar myndugleikar og virki, at eitt stórt arbeiði má gerast í samarbeiði millum myndugleikar og virki fyri at fáa tingini gjørd á ein skipaðan hátt, soleiðis at man eisini kann dokumentera út av landinum, at man ger tað rætta í Føroyum. Her nevnir hann m.a. støðuna í føðivøruídnaðinum, sum føroyingar í dag liva av. Her er kvalitetsstýring við ISO 9000 ella umhvørvisstýring við ISO 14000. Alt bendir á, at tað í framtíðini verður eitt størri og størri kundakrav til teir, sum framleiða matvørur, at man vil hava at vita tvs. fáa dokumenterað, hvussu ein hevur handfarið tingini.
Standa ikki aftan fyri aðrar
-Hvussu er so støðan í Føroyum á hesum øki?
-Vit hava vitjað nakrar fyritøkur, sum eru heilt á hædd við tað besta í Danmark, men vit hava eisini sæð tað øvugta. Tað vil tú síggja alla staðni, og eg haldi ikki, at ein kann siga, at Føroyar standa aftanfyri aðrar.
Tað sýnist sum um at fólk í Føroyum eru vorðin meira tilvitað á hesum øki. Tað mest umráðandi er eisini, at fólk sjálvi heima í stovunum gerast meira tilvitað um týdningin eitt reint umhvørvi hevur. Tað er oftani tann mest týðandi drívmegin. Hevur man fólkið við, ja verður tað eitt fólkakrav, at hesi tingini skulu vera í lagi, so kann man eisini fáa myndugleikarnar at skilja álvaran í hesum og harvið seta fleiri pengar og resursir av.
-Men tað eru eisini tey, sum halda, at alt hetta umhvørvisprátið er farið ov langt?
-Er tú eitt virki kanst tú siga, at havið klárar alt. Tú kanska eisini siga, at tað bara kostar pengar at hava myndugleikarnar gangandi og seta krøv, men so kanst tú eisini velja at siga, at við at fara inn og stýra umhvørvisviðurskiftunum á tínum virki, sparir tú eina rúgvu av pengum, tú fær eftirlit við tíni framleiðslu, tú vil kunna gera eina betri og meira einstáttaða vøru. Tá vinnur tú nógv innanhýsis. Tú fær eisini meira nøgd og glað starvsfólk sigur Poul Erik.
Nakað annað er so, at tú kanst verða tvungin til at gera íløgur í eitt reint umhvørvi, tí kundarnir krevja tað. Teir fara at krevja dokumentatión. Allir møguleikar standa opnir her, men í síðsta enda kann man siga, at teir fyrimunir, sum eru, gera, at tað er skilagott at hugsa um umhvørvið.
-Men seta vit sum samfelag nokk av fólki til at arbeiða við hesum?
-Tað er altíð torført at fara frá heilt fáum til heilt nógv. Leiðslurnar mugu fáa tíð til at byggja hetta út so við og við. Bara at koyra pengar út í tað, kann eisini vera spill. Man má byggja tað upp á sunnan og skilagóðan hátt. Og sjálvur haldi eg, at hetta er við at henda í Føroyum í dag, tó at tað enn restar nakað í.
Allan Christensen vísir á, at vit føroyingar hava roynt at marknaaðarføra Føroyar og harvið eisini føroyskar vørur sum tær koma úr heimsins reinasta havi. Tað forplikatar so sanniliga til, at man hevur eyguni eftir møguligum dálkingarkeldum og fylgir teimum. -Hava tit sum søluargument, at tit hava reinasta hav, so vil tað jú vera ein vanlukka, um tað bráddliga vísir seg, at tað er ikki so í veruleikanum. Tá kann tað jú taka grundarlagið undan vinnuni.
Dokumentera egin viðurskifti
Og her tekur Poul Erik Skakke orðið: -Vit síggja, at fólk í Europa eru við at gevast at eta oksakjøt. Tað merkir størri eftirspurning eftir aldum laksi. Mongdin av aldum laksi veksur tí við stórari ferð. Men samtíðis kann tað vísa seg neyðugt at dokumentara eins egnu framleiðsluviðurskifti. Og her er tað umráðandi at seta sær spurningar so sum, um tað, sum verður koyrt út í áir og firðir frá virkjum og húsarhaldum, kann verða ein vandi fyri alda laksin ella rættari fyri dokumentatiónina av umhvørvinum hann verður aldur í. Her er spurningurin um vatnútskiftingina av alstórum týdningi.
Vit vita, at nógvur streymur er í føroyskum firðum og sundum, men spurningurin er, um hann bara pumpar møguligan dálkaðan sjógv aftur og fram og at man harvið kann fáa eina møguliga konsentrering av dálkingini. Her verður m.a. hugsað um tungmetallir, sum eru vandamikil fyri eitt reint aliumhvørvi. Harumframt clorforbindilsi og onnur umhvørvisfremmand evni, herundir reingerðingarevni. Samtíðis skal undirstrikast at ikki alt, sum verður leitt út í havið, er orsøk til umhvørvisdálking ? soleingi hetta fer fram í mongdum, sum kringumhvørvið kann klára.










