Nú bendir alt á, at tað verður løgtingið, sum fer at royna at fáa enda á verkfallinum hjá studentaskúlalærarunum, so næmingarnir sleppa aftur í skúla.
Verkfallið er er nú farið inn í triðju viku og nú fer av álvara at sansa at hjá næmingunum.
Men kortini er onki samband ímillum partarnar.
Og nú eru tingmenn úr fleiri flokkum farnir at trákkast eftir eini loysn.
Báði Javnaðarflokkurin, Miðflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava havt málið frammi.
Í gjáramorgun boðaði Miðflokkurin frá, at hann fer at leggja uppskot fyri tingið um málið.
Eisini formaður javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard heldur, at tingið eigur at umhugsa, hvussu málið kann loysast politiskt.
Men mótsatt Miðflokkinum vil hann ikki leypa framav og kunngerða beinanvegin, hvat eigur at vera gjørt.
Tí hann sigur, at tað er nevniliga ikki so einfalt sum tað ljóðar hjá tinginum at leggja uppí málið.
Vit tosaðu nógv um verkfallið í tinginum fríggjadagin.
Og eg haldi at vit eisini skulu stinga høvdini saman á tingfundinum í dag at vita, hvussu vit loysa málið sum frægast, sigur Jóannes Eidesgaard.
Møguleikarnir eru avmarkaðir
Hann sigur, at tað er eitt veikleiki í tingskipanini, at hon er rælttiliga stirvin, táið tað snýr seg um mál, sum hava skund.
Signar á Brúnni hevur reist ein fyrispurning til Eilif Samuelsen um málið.
Men eftir tingsskipanini fær landsstýrismaðurin 20 dagar at umhugsa seg í, áðrenn hann skal svara.
Og 20 er so leingi í hesum máli, at eg vóni, at tað er loyst langt áðrenn tað.
Jóannes Eidesgaard sigur, at ein annar møguleiki er at leggja eitt uppskot til samtyktar fyri tingið.
Men eftir tingskipanini er tað eisini rættiliga avmarkað, hvat tað ber til at leggja uppskot til samtyktar fyri tingið um.
Talan er í veruleikanum bara um ríkislógartilmæli, um millumtjóða sáttmálar, um at taka órinið frá tingmonnum, um roknskapin hjá landskassanum, um nýval, um brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna o. s.fr.
Og eg ivist stórliga í um Løgtingsskrivstovan hevði góðtikið eitt uppskot til samtyktar sum miðaði ímóti at fáa enda á verkfallinum hjá studentaskúlalærarunum.
Fyrr kundu vit áleggja landsstýrinum báði eitt og annað, men tað ber altso ikki til longur.
Tað ber eisini til at leggja lógaruppskot fyri tingið.
Men eisini tað tekur ein mánaða at avgreiða, um ikki tingið samtykkir, at frávik verður gjørt frá tíðarfreistini.
Vit kunnu eisini reisa ein munnligan fyrispurning, men tað gevur onga talutíð.
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað, sum hevði verið skjótast, hevði verið at reist uppskot um misálitisváttan.
Men tað er ein spurningur, hvussu langt, vit høvdu komið við tíð, tí vit vita, at samgongan styðjar sínar egnu, sama, hvat misálitið annars er um.
Jóennes Eidesgard sigur, at hann saknar ein ventil í tingskipanini, sum gevur møguleika fyri at ?koma á tal³ við landsstýrið í eini knappari vending, tá ið tað snýr seg um mál, sum hava skund.
Men nettupp tí at møguleikarnir eru so avmarkaðir, heldur hann, at tað er sera umráðandi, at øll, sum vilja málinum væl, stinga høvdini saman á tingfundinum í dag, so at eitt úrslit spyrst burturúr.
Jóannes Eidesgaard sigur, at báði Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin heittu í farnu viku á landsstýrismannin um at fáa málið loyst.
Javnaðarflokkurin heitti eisini í øðrum lagi á løgmann um at áleggja landsstýrismanninum at loysa málið.
Tað gjørdu vit, tí tann parturin, sum verkfallið rakar, hevur ongan møguleika at koma uppí málið.
Men tað var alt til fánýtis. Og tað undrar Jóannes Eidesgaard. Tí hann heldur, at hevði tað ikki verið ein sambandsmaður, sum umsat skúlamál, hevði løgmaður verið skjótur at tikið málið frá honum.
Tað undrar meg, at hann ikki kann taka eitt mál frá Eilifi Samuelsen, tá ið hann kundi taka øll málini frá Sámal Peturi í Grund stutt fyri jól.
Og tað er ongin ivi um, at Landsstýrismaðurin hevur brotið eina kunngerð. So eg ivist í, hvussu sterkur Eilif Samuelsen stendur.
Farið upp í spíss
Jóannes Eidesgaard heldur, at prinsipielt eigur løgtingið ikki at leggja uppí eina ósemju á arbeiðsmarknaðinum.
Tað hevur ikki verið væl dámt, men hevur kortini verið gjørt onkuntíð, tá ið ongin onnur loysn var, og táið landsins virði vóru við at fara fyri skeytið.
Og tað haldi eg, at tað er í hesum føri.
Tí táið ein heilur árgangur av skúlaungdómi er í vanda fyri ikki at fáa prógv, haldi eg, at talan er um at landsins virði eru í ferð við at verða søplað burtur.
Og vandin fyri, at næmingarnir ikki fáa prógvini til tíðina er veruliga stórur og veksur hvønn dag.
Vit eiga at minnast til, at fær ein næmingur ikki fylgt vanligu undirvísingini í fjúrtan dagar, ella tríggjar vikur, fær hann tilboð um privata undirvísing.
Tað er væl tí tað verður ásannað, at tað er ov nógv at missa undirvísingina í 14 dagar.
Tí tað hevur nevniliga stóran týdning at fáa so góð prógv, sum gjørligt.
Verkfallið kann tí føra við sær, tær útbúgvingarætlanir, næmingar hava lagt, mugu sleppast, og tað er onki minni enn ein vanlukka.
Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er heilt ábyrgdarleyst og forkastiligt, at ein landsstýrismaður sleppur at offra ein heilan árgang av skúlaungdómi, bara tí hann vildi spara 400.000 krónur.
Tað er heilt undarligt, táið vit hava í hugsa, hvussu nógvar ferðir 400.000 krónur landsstýrið hevur gjarað út, og fer at gjara út til onnur endamál, beint ímóti tilmæli frá øllum, sum hava skil fyri fíggjarmálum.
Men nú hevur Landsstýrið langt síðani spart tær 400.000 krónurnar.
Kortini sleppa næmingarnir ikki aftur í skúla, tí nú er málið blivið ein spurningur um prinsipp.
Og tað haldi eg, er heilt forkastiligt og ófyrigevandi, heldur Jóannes Eidesgaard.










