maður er í nevningatingi í Føroya Rætti í dag dømdur í trygdarvarðhald. Tað sigur løgreglan í eini fráboðan beint nú. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at nakar er dømdur trygdarvarðhald í Føroyum. Trygd [...] Maðurin var í dag dømdur sekur í at hava framt tvey rán, eitt í 2019 og eitt í 2022, og fyri at hava framt eina neyðtøkuroynd í mars 2022. Maðurin er áður dømdur fyri fleiri neyðtøkuroyndir, seinast í Føroya [...] Føroya Rætti í 2020. Av tí at maðurin, hóast langar fongsulsrevsingar, framhaldandi fremur grov brot á revsilógina, har hann leggur á ungar kvinnur, kravdi ákæruvaldið í dag, at hann skuldi dømast í trygdarvarðhald
Helbo er fødd í 1993 í Tórshavn. Í 1995 flutti Aimi til Danmarkar við familju og var hon búsitandi í Danmark til 2003, har hon og familja hennara fluttu aftur til Føroyar. Aimi hevur lokið HH2 í 2013 og starvaðist [...] hjálparfólk í frítíðarskúla og sum stuðul hjá Barnaverndartænastuni. Í 2016 fór Aimi til Roskilde at lesa námsfrøði. Eftir loknað útbúgving starvaðist hon sum námsfrøðingur á dagstovnaøkinum í Danmark í tvey [...] upp, tí at menniskjað í Føroyum er blivið niðurprioriterað í ov langa tíð. Ung sum eldri. Skipanir lofta ikki børnum ið hava tørv á at blíva loftað. Kassin, ið børn skulu passa í, er blivin ov lítil. Foreldur
Olsen spæla í Breiðablik í eitt ár og halda fast í landsliðsplássinum, meðan NSÍ hjartað verður óskalað í føroyskum fótbólti, tá hann um eitt ár kemur aftur. Rituvíkingurin hevur bara umboðað NSÍ í síni yrkisleið [...] fremsta felagið í íslendskum fótbólti í løtuni. Felagið hevur fyri kortum keypt Patrik Johannesen frá Keflavík, fyri áleið 550 túsund krónur. Klæmint A. Olsen hevur í seinastuni verið í Íslandi og avtalan [...] einki landsliðspláss um hann spælir í næstbestu deildini. Klæmint A. Olsen hevur verið settur í samband við HB, men søgan sigur at NSÍ hevur kravt eina upphædd, sum er í millum 450 túsund til 200 túsund krónur
postútberingina í februar í ár. Posta væntar tó at jaliga gongdin við vøkstri í virksemi og umsetningi heldur fram, og roknar eisini við yvirskoti í 2019. Á aðalfundi í dag varð nevndin afturvald. Í nevndini [...] skatt gjørdist 3,3 milliónir. Posta hevði í 2018, 117 árverk, sigur Posta í tíðindaskrivi. Virksemið í fríari kapping er vaksið munandi hjá Posta, bæði í Føroyum og uttanfyri Føroyar. Posta veitir flutn [...] ð. Í 2018 kom Posta, sum nakað nýtt, við eini tænastu til Grønlendska marknaðin, sum gevur fólki í Grønlandi møguleika at keypa á netinum og fáa vøruna senda til Grønlands. Fallið í brøvum var 7% í 2018
verður í Føroyum til mikudagin í næstu viku. Meðan hann er her, fer hann at spæla til konsertir og spæla til sangkvøld, har sungnir verða føroyskir sálmar við enskum løgum. Í samband við aðalfund í Urgu [...] apríl, spælir hann til matiné í Havnar kirkju kl. 11.30. Sunnudagin verður konsert í Fuglafjarðar kirkju kl. 16 og í Miðvágs kirkju kl. 20. Mánakvøldið kl. 19.30 verður sangkvøld í Glyvra kirkju. Á skránni [...] og urgur gjøgnum tíðirnar - frá tónaskaldunum Tomas Tallis føddur í 1585 til Kenneth Leighton, føddur í 1929. Fyrilesturin verður í Havnar kirkju kl. 13.30. Næmingar á musikkskúlanum og urguleikarar kring
heima í Føroyum. Seinnu árini hevur hann runnið ikki færri enn seks full marathon. - Eg havi runnið bæði í Berlin, Keypmannahavn, Stockhólmi og í Athen. Regin Jóanesarson sigur, at hin 27. oktober í ár fer [...] teknað seg til fult marathon í London í 2019. - Men, her standi eg í løtuni á bíðilista, men havi goldið depositum á 1000 krónur, sigur hann. Spurdur, um hann ongantíð er komin lort í býin á hesum longu teinum [...] túrunum - og sum heild eri eg sloppin væl frá skaðum í samband við renning, sigur óføri rennarin, sum in.fo hitti á máli í Vestmanna seinnapartin í dag.
hava eitt val so tíðliga í tingsetuni. Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, ið er glaður fyri, at løgmaður sjálvur útskrivaði val í dag. - Niðurstøðan í frágreiðingini hjá Gammeltoft [...] gingið framúr væl í búskapinum, búskapurin er voksin við umleið 2,5 milliardir, og er tað millum annað vegna fantastiskan vøkstur í pelagisku- og alivinnuni, so er ójavnvágin voksin í Føroyum. 600 fleiri fólk [...] fólk liva í fátækraváða í dag enn 2011, og omanfyri tíggju prosent liva í fátækraváða í dag. So Javnaðarflokkurin fer at leggja dent á eitt rættvísari býtið av okkara stóra ríkidømi komandi árini.
varð cand. scient. í djórafrøði, zoologi og í 1974 kom hon í starv á Fróðskaparsetrinum í Føroyum Hon var ein av akkersfólkunum, tá i Setrið fór undir at bjóða bachelorútbúgvingar í áttatiárunum og við [...] granskarar at vera í kanningum av grindahvali í áttatiárunum. - Eitt sterkt altjóða vísindaligt netverk varð bygt upp í sambandi við grindakanningarnar, sigur Hans Pauli Joensen. Í 1994 vardi hon dokt [...] íblástur til at taka hægri útbúgving í lívfrøði. Men í almenninginum er hon helst best kend sum granskari. Eitt tað fyrsta, hon fór undir at kanna, tá hon kom á Setrið í sjeytiárunum, var tann føroyska haran
fleiri í februar 2014 í mun til árið fyri, og svarar tað til ein vøkstur upp á 0,6%. Størsta framgongdin er í byggivinnuni, 5%, og fyri fyrstu ferð í 3 ár eru tað fleiri enn 3.000 løntakarar í byggivinnuni [...] Í februar vóru 23.846 løntakarar í Føroyum, tað vóru 109 fleiri enn í januar. Hetta vísa árstíðarjavnaðu tølini. Hagstovan skrivar, at trendurin vísir, at síðan mai 2012 hava tað verið um 23.700 løntakarar [...] byggivinnuni. Í fiski- og alivinnuni eru 3.691 løntakarar, tað eru 123 færri enn árið fyri, sum er ein minking upp á 3,2%. Fiskivinnan hevði fæst løntakarar í 2011, tá húsagangur var í fiskavøruídnaðinum, og
Fregnir somuleiðis út í 2002, og tá vóru samlaðu útgávurnar átta í tali. Í dag eru trý bløð, sum øll verða borin ókeypis í hvørt hús minst einaferð um mánaðin. Norðlýsið verður borið út í hvørt hús einaferð [...] borin út í hvørt hús er upplagið á leið 18.200. Aðrar dagar er upplagið hjá Norðlýsinum 1.200 og 8.000 hjá Sosialinum. Sostatt verður høvuðsparturin av teimum bløðum, sum verða prentað í Føroyum í dag, borin [...] var í hásæti líka fram til 90’ini. Sostatt vóru sjey tíðindabløð í 2006. Tey vóru Dimmalætting, Sosialurnin, Oyggjatíðindi, Norðlýsið, FF/FA blaðið, Vikublaðið og Vinnuvitan. Fara vit longur aftur í tíðina