Eingi bløð um 10 ár

Lýsingargrundarlagið er við at flyta seg yvir á hinar miðlarnar, og fíggjarliga grundarlagið fyri at gera bløð kann lættliga vera burtur um nøkur ár

Tað er ikki óhugsandi, at bløðini eru heilt vekk um 10 ár. Frá at eiga millum seks og átta tíðindabløð í tíðarskeiðinum 2002 - 2007, hava Føroyar nú trý bløð.

Tvey av teimum gevur Miðlahúsið út, nevniliga Sosialin og Vikublaðið. Tað triðja er Norðlýsið. Men støðan kann lættliga broytast. Tað er ikki óhugsandi, at bløðini doyggja heilt út, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum.

Sosialurin hevur gjørt eina uppteljing av størvunum í tíðindaheiminum, og tað vísir seg, at helvtin av størvunum í miðlaheiminum eru horvin seinastu 7 árini, og tað eru serliga bløðini, tað er gingið út yvir.

Søguliga hava Føroyar sum havt óvanliga nógvar blaðútgávur fyri hvønn innbúgva, samanborið við onnur lond. Hetta er helst av tí, at flokkspressan var í hásæti líka fram til 90’ini.

Sostatt vóru sjey tíðindabløð í 2006. Tey vóru Dimmalætting, Sosialurnin, Oyggjatíðindi, Norðlýsið, FF/FA blaðið, Vikublaðið og Vinnuvitan. Fara vit longur aftur í tíðina komu Dagblaðið og Fregnir somuleiðis út í 2002, og tá vóru samlaðu útgávurnar átta í tali.

Í dag eru trý bløð, sum øll verða borin ókeypis í hvørt hús minst einaferð um mánaðin.

Norðlýsið verður borið út í hvørt hús einaferð um mánaðin, Sosialurin hvønn mikudag og Vikublaði hvønn mánadag. Tá bløðini verða borin út í hvørt hús er upplagið á leið 18.200. Aðrar dagar er upplagið hjá Norðlýsinum 1.200 og 8.000 hjá Sosialinum.

Sostatt verður høvuðsparturin av teimum bløðum, sum verða prentað í Føroyum í dag, borin ókeypis í hvørt hús.