Í februar vóru 23.846 løntakarar í Føroyum, tað vóru 109 fleiri enn í januar. Hetta vísa árstíðarjavnaðu tølini.
Hagstovan skrivar, at trendurin vísir, at síðan mai 2012 hava tað verið um 23.700 løntakarar hvønn mánað, men seinasta hálva árið hevur hetta lyft seg til 23.800 løntakarar.
Løntakarar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðir, so her verður samanborið við sama mánað árini frammanundan.
Tað vóru 148 løntakarar fleiri í februar 2014 í mun til árið fyri, og svarar tað til ein vøkstur upp á 0,6%. Størsta framgongdin er í byggivinnuni, 5%, og fyri fyrstu ferð í 3 ár eru tað fleiri enn 3.000 løntakarar í byggivinnuni.
Í fiski- og alivinnuni eru 3.691 løntakarar, tað eru 123 færri enn árið fyri, sum er ein minking upp á 3,2%. Fiskivinnan hevði fæst løntakarar í 2011, tá húsagangur var í fiskavøruídnaðinum, og sjálvt um hetta rættaði seg nakað árini eftir, so er gongdin aftur nú tann sama sum áður, at tað er ein jøvn minking hvørt ár.
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning á heimasíðuni hjá Hagstovuni VIÐ AT TRÝSTA HER