Vit gita: Klæmint verður útleigaður til Íslands

Nógv bendir á, at NSÍ hjartað hjá Klæminti A. Olsen verður óskalað í føroyskum fótbólti

Sum bolt.fo hevur skrivað, so bendir nógva á, at Klæmit A. Olsen spælir í íslendskum fótbólti komandi kappingarár. Hann verður væntandi liðfelagi við Patrik Johannesen í meistarafelagnum Breiðabliki.

 

Sum skilst, so verður talan um ein leigusáttmála, ið verður galdandi fyri eitt kappingarár. Soleiðis kann Klæmint A. Olsen spæla í Breiðablik í eitt ár og halda fast í landsliðsplássinum, meðan NSÍ hjartað verður óskalað í føroyskum fótbólti, tá hann um eitt ár kemur aftur.

 

Rituvíkingurin hevur bara umboðað NSÍ í síni yrkisleið, og var tað ikki fyri niðurflytingini, so hevði tað helst eisini verið einasta felagið, sum hann hevði umboðað. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, gjørdi tó greitt, tað verður einki landsliðspláss um hann spælir í næstbestu deildini.

 

Klæmint A. Olsen hevur verið settur í samband við HB, men søgan sigur at NSÍ hevur kravt eina upphædd, sum er í millum 450 túsund til 200 túsund krónur, fyri landsliðsáleyparan, ið hevur sáttmála við NSÍ fyri komandi kappingarár.

 

Breiðablik er fremsta felagið í íslendskum fótbólti í løtuni. Felagið hevur fyri kortum keypt Patrik Johannesen frá Keflavík, fyri áleið 550 túsund krónur. Klæmint A. Olsen hevur í seinastuni verið í Íslandi og avtalan sigst verða næstan upp á pláss.

 

Sum skilst, so hetta ein avtala, ið passar báðum pørtum væl. Klæmint A. Olsen hevur ikki givið til kennar, at raðfestir ein skifti uttanlands og hevur bæði arbeiði og familju her í Føroyum. Tí er ein avtala upp á eitt ár passandi í fyrstu atløgu.