- Eitt misálit hevði fallið

Tað sigur Aksel V. Johannensen, ið er glaður fyri, at løgmaður útskrivaði val í dag.

- Eg hevði vóna, at løgmaður skrivaði val út í dag, men hevði kanska ikki væntað tað. Tað eru tað fleiri orsøkir til. Eg vænti, at tað hevði verið ein buldraslig tíð frá nú og til vali í heyst, og tað politikkurin hevði verið ov populistiskur. Nú val er 1. september, hevur ein nýggj samgonga stundir at gera nýggja fíggjarlóg. So tað er skilagott at hava eitt val so tíðliga í tingsetuni.


Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, ið er glaður fyri, at løgmaður sjálvur útskrivaði val í dag.


- Niðurstøðan í frágreiðingini hjá Gammeltoft er greið. Løgmaður hevur sagt skeivt fyri løgtinginum, og eg havi fyrr sagt, at hann átti at lagt frá sær. Men eitt misálit hevði fallið, tí Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava meirilutan einsamallir. Tí hevði eitt misálit verið óheppið, tí tað hevði skapt eitt fordømi um, at tað er í lagið at bróta lóg landsstýrismanna og lúgva fyri tinginum.


Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur, at tað longu er greitt, hvør høvuðsboðskapurin hjá Javnaðarflokkinum verður til valstríðið. 


- Meðan tað hevur gingið framúr væl í búskapinum, búskapurin er voksin við umleið 2,5 milliardir, og er tað millum annað vegna fantastiskan vøkstur í pelagisku- og alivinnuni, so er ójavnvágin voksin í Føroyum. 600 fleiri fólk liva í fátækraváða í dag enn 2011, og omanfyri tíggju prosent liva í fátækraváða í dag. So Javnaðarflokkurin fer at leggja dent á eitt rættvísari býtið av okkara stóra ríkidømi komandi árini.