Ein 30 ára gamal maður er í nevningatingi í Føroya Rætti í dag dømdur í trygdarvarðhald. Tað sigur løgreglan í eini fráboðan beint nú. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at nakar er dømdur trygdarvarðhald í Føroyum.
Trygdarvarðhald er ein fongsulsrevsing við ongari tíðaravmarking, sum verður nýtt til serliga vandamikil fólk, tá mett verður, at tey fara at fremja nýggj lógarbrot og harvið eru til vanda fyri onnur. Trygdarvarðhald hevur við sær, at dømdi ikki kann verða leyslatin, fyrrenn rætturin metir, at hann ikki longur er ein vandi fyri onnur.
Maðurin var í dag dømdur sekur í at hava framt tvey rán, eitt í 2019 og eitt í 2022, og fyri at hava framt eina neyðtøkuroynd í mars 2022.
Maðurin er áður dømdur fyri fleiri neyðtøkuroyndir, seinast í Føroya Rætti í 2020. Av tí at maðurin, hóast langar fongsulsrevsingar, framhaldandi fremur grov brot á revsilógina, har hann leggur á ungar kvinnur, kravdi ákæruvaldið í dag, at hann skuldi dømast í trygdarvarðhald. Hesum tók nevningatingið undir við.
– Ákæruvaldið hevði tað støðu, at vanlig fongsulsrevsing ikki var nøktandi, tí dømdi greitt hevur víst, at hann áhaldandi fremur grov lógarbrot ímóti tilvildarligum kvinnum, sigur løgreglan.
– Grundað á upplýsingarnar um tann dømda, serliga um tann kriminalitet, sum hann áður er dømdur fyri, kravdi ákæruvaldið, at hann skuldi dømast í trygdarvarðhald. Hesum tók nevningatingið undir við, og tað eru vit sera nøgd við, sigur Katrin Thorvig Hansen, høvuðsákæri.
Dømdi maðurin hevur nú 14 dagar at gera av, um hann kærir dómin.