Hon legði ein virðismiklan arv eftir seg

Dorete Bloch Danielsen var undangongufólk í at kanna grindahval og tað er ein virðismikil vitanararvur, hon leggur eftir seg, nú hon doyði

Dorete Bloch Danielsen var ein kveikjandi undirvísari. Men tað var ein endurspegling av, at hon var ein so góður granskari.

Tað sigur Hans Pauli Joensen, dekanur á Fróðskaparsetrinum, nú hann minnist Dorete Bloch Danielsen, sum doyði leygardagin 71 ára gomul.

 

Hon er úr Rungsted, Hørsholm, og varð cand. scient. í djórafrøði, zoologi og í 1974 kom hon í starv á Fróðskaparsetrinum í Føroyum

 

Hon var ein av akkersfólkunum, tá i Setrið fór undir at bjóða bachelorútbúgvingar í áttatiárunum og við síni kveikjandi undirvísing, hevur hon giviðmongum lesandi íblástur til at taka hægri útbúgving í lívfrøði.

Men í almenninginum er hon helst best kend sum granskari.
Eitt tað fyrsta, hon fór undir at kanna, tá hon kom á Setrið í sjeytiárunum, var tann føroyska haran.

 

Men hon man vera best kend innan hvalagransking, har hon m.a. fekk nógvar virdar granskarar at vera í kanningum av grindahvali í áttatiárunum.

- Eitt sterkt altjóða vísindaligt netverk varð bygt upp í sambandi við grindakanningarnar, sigur Hans Pauli Joensen.

Í 1994 vardi hon doktararitgerð sína um grindahval í Norðuratlantshavi.

 

Dorete legði stóran dent á at miðla sína gransking við vísindaligum útgávum.

Hinvegin gav hon eisini á ymiskan hátt almenninginum innlit í sína gransking, t.d. tá hon fyrst í hesi øldini var við til at fáa radiosendarar settar á grindahvalir, soleiðis at bæði granskarar og almenningur kundi fylgja við ferðing teirra á heimasíðuni hjá Náttúrugripasavninum, sigur dekanurin.

 

Les eisini: Minningarorð um Dorete Bloch Danielsen