Kann hugsast, at tað eru fordómar tykkara, ið her koma til sjóndar, og at teir eru svarið til allar spurningar mínar? Annars eri eg púra samdur við tær, tá tú sigar, at: "samkomur eiga at tola". Og hyggja [...] fólk dagliga, og eg vági at siga, at tað prát, meira enn vanligt, ið hevur verið manna millum um samkomur, samkomulív og trúgvandi ungdóm, tað hevur verið beinleiðis tengt at sendingum journalista í s [...] sjónvarpinum og bløðunum. At byggja sendingar og greinir á útsagnir frá einstøkum, sum ikki alment tora at standa fram við sínum sjónarmiðum, er ov vánaligt, eisini um hugsað verður um, at flestu miðlaleiðarar
Dagblad at siga frá, at bretska deildin av Amnesty International hevur tikið avgerð um at arbeiða fyri at fáa Amnesty International at meta fosturtøku sum ein mannarætt. AI-UK ætlar við hesum at birta upp [...] Eins og Amnesty International, trúgva vit at eingin hevur rætt til at taka lívið hjá øðrum. Men vit trúgva at eisini hesi grundleggjandi rættindi til lív eiga at umfata tey, ið hava størstan tørv á verju [...] og sterka. Tí harmar tað okkum almikið, at Amnesty nú umhugsar at arbeiða við einum máli, har tað ikki er tann veikasti parturin, ið skal verjast. Vit viðurkenna at mangar kvinnur eru fyri ringari viðferð
hava sannført hann um, at viðgerðin í Føroyum sum heild er alt ov generell. Eisini er hon í støðum ov lagalig við tí úrsliti, at misnýtarin í stóran mun sleppur at bera at seg at, sum hann plagar heima [...] grundleggjandi eigur øll viðgerð at hava sum mál at geva misnýtaranum nøkur amboð, so hann kann handfara pínu og mótgang á ein annan hátt enn við at rúsa seg. Vit skulu minnast til, at ongin í verðini drekkur [...] altíð eina orsøk. Tí er tað eisini ov lættkeypt at siga, at tað ikki hjálpir at drekka seg frá pínuni. Víst hjálpir rúsurin í fyrsta umfari enntá so væl, at hann gerst størsti tryggleikin hjá einum misnýtara
skilji eg væl, tí at málið er ógvuliga greitt, og tolir framvegis ikki dagsins ljós. At tað er neyðugt hjá onkrum at pella prógvar bert, at so er. Men eg festi framvegis mítt álit á, at landsstýrismaðurin [...] var heilt medvitandi, at undirritaði einki skrivaði um leiklutin hjá Hull í hesum máli. Tað var, fyri at siga sum er, fyri at fáa onkran í felluna. Men eg hevði ikki roknað við, at landsstýrismaðurin í [...] í kirkjumálum fór at vera tann fyrsti at detta í hesa fellu. Sakin er tann, at kirkjusókin í Hull hevur einki kirkjuráð við sjálvstøðugum innstillingarrætti. Sóknin í Hull hevur ein sokallaðan "hoyringarrætt"
hjá Skipaeftirlitinum. Og tað er ikki ov nógv gjørt av at siga, at hann sáplaði frágreiðingina hjá Skipaeftirlitinum niður. Hann metti nevniliga, at niðurstøðurnar í frágreiðingini hjá Skipaeftirlitinum [...] vantandi dugnaskap við at skaffa sær neyðugar upplýsingar umborð á Norrønu. Hann metti tískil ikki, at kanningin hjá skipaeftirlitinum kundi verða tikin fyri fult. Hann metti somuleiðis, at soleiðis, sum skiparin [...] á Norrønu hevði borið seg at, var tað rætta í eini slíkari støðu og hann helt tí ikki, at skiparin kundi fáa skyldina fyri óhappið. Niðurstøðan hjá Ørvi Thomassen førdi til, at Skipara- og navigatørfelagið
tískil nú ætlar, er, at leggja umsitingina av útlendingamálinum uttanfyri innlendismálararáðið, so at øll orka í ráðnum kann brúkast til arbeiðið at útgreina útlendingamálið og at orða ein føroyskan ú [...] Jacob Vestergaard staðfestir, at tað kemur ofta fram, at fólk fæst ikki til arbeiðis, hóast tølini hjá ALS vísa, at talan er um arbeiðsloysi. Tað kann vera ein ábending um, at hagtølini hjá ALS um arbeiðsloysi [...] ljós at broyta mannagongd í sambandi við útlendingamálini. Higartil hevur tað verið so, at innlendismálaráðið hevur viðgjørt allar umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum við tí fyri eyga at geva
ng, at skapa fyritreytir fyri, at allir føroyingar kunnu trívast og mennast, at samfelagið kann tryggja øllum sømulig lívskor, og at samfelagið kann veita trygd fyri, at øll fáa møguleikan til at menna [...] fáa, við at hyggja at, hvussu tey ringast stillaðu í samfelagnum hava tað. Eitt samfelag, sum kann bjóða hesum borgarum eina trygga og mennandi tilveru, er eftir mínum tykki eitt gott samfelag at liva í [...] ið. Henda samskipan skal hava til endamáls at tryggja, at tað altíð er tørvurin hjá borgaranum, sum kemur í miðdepilin. Ein sosialgranskingarstovnur eigur at vera settur á stovn í Føroyum. Hesin stovnur
Hann sigur tí, at støðan er so óviss, at teir fáa bara tikið ein dag ísenn og teir vóna bara, at oljuprísurin fer at leggja seg í eina fasta legu, sum er nakað lægri enn nú. Teir siga, at sum landið liggur [...] liðugt nú í november. Annars hevur svartkjaftur verið at fingið mestsum alt árið, men í ár hevur verið lítið at fáa. Ein orsøk til tað kann vera, at av tí at oljan hevur verið so dýr, hevur ikki verið leitað [...] Christiani í Grótinum sigur, at skipini hava havt nøkur góð ár, so tey eiga at tola eitt bakkast. Teir hava eisini manningina at hugsa um. Tí kunnu teir eisini loyva sær at fiska við halli í eitt styttri
við at spæla ein slíkan dyst á tjóðarhátíð okkara eru helst ov góð til, at ein umbýting kann koma upp á tal. Og tað er heldur einki at ivast í, at havnarmenninir treyðugt vilja fara inn á Toftir at spæla [...] Tórsvøllur verður til reiðar at taka ímóti trýstinum, sum verður um ólavsøkuna. Ólavsøkuaftan eigur B36 nevnliga heimadyst móti íslendska ÍBV. Sjálvandi er møguleiki hjá B36 at biðja um at skifta um heima- og útidyst [...] Tórsvøll sjálvandi eisini, at tað kann geva trupulleikar fyri vøllin, um talan verður um tríggjar dystir í eins nógvar dagar. - Vit royna sjálvandi at gera okkara besta. Millum annað við at drena vøllin so væl
uppgáva, og ei heldur er hann útbúgvin at kanna slíkt. At siga við ein fjølmiðil, at tað ikki ber til at kanna og staðfesta orsøkina er púrasta burturvið. Neyðugt at kanna Tá vanlukka hendir á sjónum, verður [...] við Sosialin, at tað bar ikki til hjá honum at staðfesta nágreiniliga, hvør orsøkin var til óhappið. Víðari sigur løgreglu-maðurin, at tá hendingin er hend, so hava vit ongan møguleika at kanna, hvørt hetta [...] einasta orð at finna um ferðslu ella ferðslupolitikk. Einans ein slóð til heimasíðuna hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd ber boð um, at Vinnumálaráðið hevur nakað við ferðslu at gera. Tað er flóvisligt at umboða