Ólavur Rasmussen
í Leirum, 3. oktober 2005
Mikudagin 14. september svaraði Jógvan á Lakjuni munnligum fyrispurningi á tingi um sjómansprestastarvið í Hull. Á tingsins røðarapalli segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, at málið um sjómansprestastarvið var meira fløkt enn onkur vildi gera tað til, tí at kirkjuráðið í Hull eisini gjørdi eina innstilling, tá ið setanin av sjómansprestinum fór fram.
Tað var heilt medvitandi, at undirritaði einki skrivaði um leiklutin hjá Hull í hesum máli. Tað var, fyri at siga sum er, fyri at fáa onkran í felluna. Men eg hevði ikki roknað við, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum fór at vera tann fyrsti at detta í hesa fellu.
Sakin er tann, at kirkjusókin í Hull hevur einki kirkjuráð við sjálvstøðugum innstillingarrætti. Sóknin í Hull hevur ein sokallaðan "hoyringarrætt", tá ið sjómansprestur skal setast, men hesin hoyringarrættur hevur ongan myndugleika samanborið við innstillingina, sum verður gjørd. Kirkjusóknin í Hull hevur eina nevnd, sum varðir av grunninum fyri sjómanskirkjuna á staðnum. Tá ið Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður av tingins røðarapalli kallaði hesa nevnd eitt kirkjuráð er hetta heldur ikki í samsvar við sannleikan. Talan er í hvussu so er ikki um eitt vanligt kirkjuráð, tí at øll kirkjuráð í danska ríkinum hava innstillingarætt, tá ið prestastørv verða sett. Men hetta er, sum sagt, ikki galdandi í Hull.
Eg veit, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum ikki medvitandi segði ósatt, tá ið hann svaraði munnliga fyrispurninginum. Onkur hevur ráðgivið honum í hesum máli. Men tað broytir ikki ta sannroynd, at landsstýrismaðurin gav politiska myndugleikanum og Føroya fólki eitt svar, sum í roynd og veru var ein lygn.
Tá ið landsstýrismaðurin samstundis segði, at innstillingin í Hull gjørdi málið fløktari enn onkur vildi vera við, kann eg ikki bara mær atkoma til ta niðurstøðu, at mentamálaráðið hevur valt at yrkja um sannleikar, sum ikki eru til, í staðin fyri at geva skattgjaldaranum veruligt innlit í hvat veruliga fór fram tá ið sjómanspresturin varð settur. Hetta skilji eg væl, tí at málið er ógvuliga greitt, og tolir framvegis ikki dagsins ljós. At tað er neyðugt hjá onkrum at pella prógvar bert, at so er.
Men eg festi framvegis mítt álit á, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum sker ígjøgnum, so at nevndin, sum í síni tíð gjørdi álitið, aftur sleppur til verka. At pella seg burturúr úr hesi suppu ber rætt og slætt ikki til, men elvir bara til at málið júst endar sum ein óbetrandi fløkja.
NB: Landsstýrismaðurin segði eisini, at verandi sjómansprestur í Hull var settur í 4 ár. Hetta er heldur ikki sambæriligt við sannleikan. Føroya landsstýri hevur, við verandi sáttmála, bundið seg til 3 ár, t.v.s. til 1. november 2005. At sjómanspresturin hevur ein annan sáttmála við donsku sjómanskirkjuna er ikki okkara borð.