Eg síggi ongar bumsar longur í mínum starvi á Blákrossheiminum. Men eg síggi ein rúgvu av brotnum menniskjum, sigur Martin Kúrberg og leggur afturat, at hetta kemst ikki av, at tey, sum leita sær hjálp á heiminum hava broytt seg hesi árini, hann hevur starvast sum misnýtsluráðgevi. Heldur er tað fatanin hjá Martini av, hví summi gerast misnýtarar, sum er vorðin grundleggjandi øðrvísi, síðani hann byrjaði sína útbúgving sum misnýtsluviðgeri.
Rúsurin altíð eina ørsøk
Drúgvu royndirnar hjá Martini sum misnýtsluviðgeri hava sannført hann um, at viðgerðin í Føroyum sum heild er alt ov generell. Eisini er hon í støðum ov lagalig við tí úrsliti, at misnýtarin í stóran mun sleppur at bera at seg at, sum hann plagar heima, har familjan bara er skift út við starvsfólki á viðgerðarstovninum.
Tað sigur seg sjálvt, at hetta gevur ikki misnýtaranum tey neyðugu amboðini til at byrja eitt øðrvísi lív. Tí er tað eisini ofta bara ein spurningur um tíð, til hann rúsar seg aftur, sigur Martin. Hann vísir á, at grundleggjandi eigur øll viðgerð at hava sum mál at geva misnýtaranum nøkur amboð, so hann kann handfara pínu og mótgang á ein annan hátt enn við at rúsa seg.
Vit skulu minnast til, at ongin í verðini drekkur seg frá familju og arbeiði fyri stuttleikar. Rúsurin hevur altíð eina orsøk. Tí er tað eisini ov lættkeypt at siga, at tað ikki hjálpir at drekka seg frá pínuni. Víst hjálpir rúsurin í fyrsta umfari enntá so væl, at hann gerst størsti tryggleikin hjá einum misnýtara. Tí er tað eisini ofta so ómetaliga torført at røkka inn til hann, sigur Martin og leggur afturat, at hóast tað finnast nógv felags eyðkenni fyri misnýtarar, er tað altíð ein serstøk orsøk fyri, hví tann einstaki gjørdist misnýtari. Tess meir átroðkandi er tað viðgerin hevur vilja og førleika til at finna fram til, hví rúsurin gjørdist so týdningarmikil í lívinum hjá júst hesum persóninum.
40 ára gomul børn
Martin minnir á, at ongin er føddur sum misnýtari. Einasti munurin á einum misnýtara og einum vælvirkandi borgara er, at kortini teir fingu í hondina frá barnsbeini av vóru ymisk. Kanska var misnýtarin so óheppin, at fyrimyndirnar sviku og ikki megnaðu at liva upp til sína ábyrgd. Tískil stóð barni ikki bara einsamalt við síni pínu. Tað hevði heldur ongan, sum vildi taka hana burtur inntil tað møtti rúsinum.
Tað eru hesi brotnu menniskjuni, eg møti í mínum starvi, 40 ára gomul børn, um tú vilt, sum bilgjast inni við eini sorg, tey ongantíð hava fingið hjálp til at arbeiða seg ígjøgnum á ein nátúrligan hátt. Tí er tað har, viðgerðin má seta inn, áðrenn tað veruliga arbeiðið við tí góða lívinum kann byrja. Edrúskapurin er nevniliga ongantíð eitt endamál í sær sjálvum, sigur Martin Kúrberg.










