Eitt løgið EKKÓ frá Barbaru!
Jenis av Rana
Meg undrar, at tú skrivar: "Jenis heldur, at vit seta ov nógv spurnartekin við virksemið í samkomunum" Hví skrivar tú hetta?
Ongastaðir í viðmerking mínari nevni ella viðgerdi eg samkomur ella virksemi teirra. Eg spyrji, undrist og harmist viðferðina, almenna sjónvarpið gevur nøkrum fittum, eygagóðum, glaðum og avkláraðum ungum trúgvandi føroyingum. Eg nevni ikki samkomur við einum orði!
Kann hugsast, at tað eru fordómar tykkara, ið her koma til sjóndar, og at teir eru svarið til allar spurningar mínar? Annars eri eg púra samdur við tær, tá tú sigar, at: "samkomur eiga at tola". Og hyggja vit aftur gjøgnum tíðirnar, ikki bert her á landi, men gjøgnum øldir um allan heim, so er høvuðseydkenni samkomunnar og teirra trúgvandi júst hetta: at tola, sjálvt tá harðast leikar á.
Viðvíkjandi almenna rúminum
Tú skrivar, Barbara, at: "nógv tos hevur verið í almenna rúminum seinastu mánaðirnar um júst samkomulívið" Well, men hvat er almenna rúmið.
Eg ferðist millum nógv og ymisk fólk dagliga, og eg vági at siga, at tað prát, meira enn vanligt, ið hevur verið manna millum um samkomur, samkomulív og trúgvandi ungdóm, tað hevur verið beinleiðis tengt at sendingum journalista í sjónvarpinum- og skriving hjá sama bólki í bløðum! Men uttan mun til hví og hvat, so rættvísger tos í sokallaða "almenna rúminum" ikki ta viðferð, sum hesi ungu hava fingið í sjónvarpinum og bløðunum. At byggja sendingar og greinir á útsagnir frá einstøkum, sum ikki alment tora at standa fram við sínum sjónarmiðum, er ov vánaligt, eisini um hugsað verður um, at flestu miðlaleiðarar, um ikki allir, tíbetur eru skjótir at vísa frá sær dulnevnd
sniðálop.
.. virkaði sera fitt og strálandi
Tú ert samd við mær, at hesi ungu virkaðu sera fitt og strálandi. Hjá mær rørdust hjartastreingir at síggja og hoyra tey, bædi í EKKÓ, men eisini tá tit vitjaðu tey í Klaksvík. Loyv mær, út frá hesari útsøgn tíni, at spyrja spurningin: Hvat fekk tykkum, við hesi hugsan tykkara um tey, at beita sálarfrøðing og prest eftir teimum??? hvat høvdu tey sagt/ gjørt/ ætlað ella??? sum fekk
tykkum at taka hetta stigið?
Ein seinasta spurning í hesum umfarinum
Hava tit ætlanir um at halda á við herferð tykkara móti hesum fittu, glaðu, tryggu og avkláraðu ungu? Hava tit kanska adrar " ekspertar", ið standa tilreiðar at verða sendir eftir teimum?
Ikki tí, tey skulu nokk klára tað; grundarstøðið, tey byggja á, er fullroynt gjøgnum øldir, og hevur tað við at styrkna í mótgongd! Men okkurt annað, eisini ungdómi viðvíkjandi, átti at verið fyri hugagóðar journalistar at tikið sær av. Tí, sum tú skrivar um arbeiði tykkara: "ein partur av arbeiðinum er at seta spurnartekin við ymsik viðurskifti í samfelagnum". Mangla tit hugskot, so havi eg fleiri uppskot- bædi sólskins- og harmasøgur.










