Leiðin í meistaradeildina fyri vælferðarsamfeløg

Um 10 ár, skulu Føroyar vera ímillum bestu lond í heiminum at liva í. Hetta hevur landsstýrið sett sær fyri við Visión 2015. Og má vera eitt mál, sum allir føroyingar kunnu taka undir við. Men hvat er eitt gott samfelag at liva í, spyr Jóanes N. Dalsgaard í Tinghelluni í dag. Hann helt aðra »løgmansrøðuna« í Trapputinginum í Miðlahúsinum mánakvøldið

Jóanes N. Dalsgaard

Eitt mát fyri vælferð kunnu vit fáa, við at hyggja at, hvussu tey ringast stillaðu í samfelagnum hava tað. Eitt samfelag, sum kann bjóða hesum borgarum eina trygga og mennandi tilveru, er eftir mínum tykki eitt gott samfelag at liva í.
Í Føroyum er tað soleiðis í dag, at fólk við skerdum førleika ikki hava rætt til viðger og umsorgan, eins og t.d. fólk, sum eru sjúk hava tað. Allir borgarar í føroyska samfelagnum hava rætt til læknahjálp. Men tosa vit um pláss á ellis- og røktarheimum, pláss á stovnum fyri menningartarnað og sinnisveik, ella t.d. heimarøkt, so er talan um avmarkaði tilboð.
Hetta eiga vit at kunna gera betri. Og leggja vit doyðin á næstu 10 árini, kunnu vit koma langt.
Fyrst av øllum mugu vit skipa soleiðis fyri, at markamóti ímillum borgarar og sosialu myndugleikarnar verður so einfalt sum gjørligt. Ístaðin fyri at skula renna frá Peri til Pól, skal borgarin hava eina eins einfalda inngongd til almannaverkið, sum hann hevur til heilsuverkið. Tá ein borgari fer til sín kommunulækna, og hesin sendir borgaran víðari í heilsuverkinum, tá er kommunulæknin eitt slag av advokati hjá borgaranum. Á sama hátt skal inngongdin til almannaverkið vera umvegis ein ávísan persón, sum kann ráðgeva og vegleiða borgaran, og hjálpa honum at finna og fáa lut í teimum tilboðum, sum borgaranum tørvar. Eins og hvør borgari í dag hevur sín kommunulækna eigur hvør borgari í framtíðini eisini at hava sín sosialráðgeva.
Eisini skal farast undir eina miðvísa samskipan av virkseminum hjá ymisku myndugleikunum innan almannaverkið. Henda samskipan skal hava til endamáls at tryggja, at tað altíð er tørvurin hjá borgaranum, sum kemur í miðdepilin.
Ein sosialgranskingarstovnur eigur at vera settur á stovn í Føroyum. Hesin stovnur skal hava til endamáls, við miðvísari sosialgransking, at skapa fyritreytir fyri, at allir føroyingar kunnu trívast og mennast, at samfelagið kann tryggja øllum sømulig lívskor, og at samfelagið kann veita trygd fyri, at øll fáa møguleikan til at menna sínar eginleikar til fulnar - bæði tey fullføru og tey førleikaskerdu.
Í øllum førum eigur málið við tilboðum til førleikaskerd, at vera miðvís menning av teimum førleikum, sum borgarin hevur. Í dag hevur skipanin lyndi til at hyggja í so nógv at teimum førleikum, sum borgarin ikki hevur. Í staðin fyri hetta, skulu vit fara yvir til at menna og styrkja teir førleikar, sum borgarin hevur. "Hjálp til sjálvhjálp" eigur at vera ein aðalsetningur, so langt sum tað ber til.
Fyritreytin fyri øllum tí, sum eg her havi sagt, er sjálvandi, at neyðugur peningur verður játtaður til endamálið. Tíðin eigur at vera farin frá, at livandi menniskju vera raðfest aftanfyri deyð monument. Viðurkenna vit hetta, so eru vit komin eitt stórt stig á leiðini ímóti meistaradeildini fyri vælferðarsamfeløg.