tankanum. Men tað er sjálvsagt hugaligt at vera við aftur, heldur hann. Sum tað kemur Seinasta góða árið ella so, so hevur Tór-Ingar ofta verið nevndur í landsliðshøpi, og nú tykist tað eisini, sum er hann um [...] tykist leikarin sjálvur tó at taka heilt róliga. - Tað vóni eg sjálvandi, at eg sleppi, men hinvegin havi eg ikki gjørt mær nakrar tankar um tað sum so. Tað er jú eitt sindur av muni á Gundadali og so einum [...] einum fullsettum leikvølli her niðri, men tað má so bara koma, sum tað kemur, sigur altso Tór-Ingar Akselsen at enda. Mynd: Tór-Ingar - Tað er jú eitt sindur av muni á Gundadali og so einum fullsettum leikvølli
og manninum, trónuarvinginum William prinsi. - Meðan summarið er farið at halla, er tað torført hjá mær at lýsa, hvussu stórur lætti tað er hjá mær at endaliga vera liðug við kemoterapiina. - Seinastu níggju [...] staðfest. Tað hevur bretska kongshúsið heldur ongar ætlanir um at gera nú, sambært Sky News. - Tað er nú mítt fokus at gera tað eg kann fyri at vera krabbameinsfrí, sigur hon og leggur afturat, at tað fer at [...] Bretska prinsessa Kate er liðug við kemoterapiina og sigur, at hon er miðvís í at "vera seg krabbameinsfrí". Tað sigur prinsessan sjálv í einum videobroti á sosiala pallinum Instagram, har tú sært hana
28 ymsum sáttmálum. ? Og á einum so stórum arbeiðsplássi sigur tað seg sjálvt, at tað er neyðugt at hava ein greiðan leiðslubygnað. Hetta er eitt mál, sum fleiri landsstýrið hava drigist við og enntá skumpa [...] Neystabø. Men tíverri gongur tað ikki so skjótt, sum hon hevði vónað. Tað, at læknarnir taka so harðliga til orðanna ímóti tí bygnaði, sum ætlanin er at seta í verk, heldur hon er natúrligt. ? Í fakfelagsligum [...] fyri at loysa málið og tað stendur við. Og hon væntar framvegis, at tað fer at bera til at finna eina loysn á ósemjuni, sum øll verða nøgd við. Hon vísir á, at Landssjúkrahúsið er eitt ómetaliga fjøltáttað
- Men tað er heldur ikki tann vegin, vit hugsa okkum at loysa tann spurningin. Tað er í tillutanini av málsøkjum og landsstýrismanni til málsøkini, at vit kunnu finna eina loysn soleiðis, at tað verður [...] Tað er einki annað enn rímiligt, at avvarandi landsstýrismaður er limur í fólkakirkjuni, sigur Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin er tann flokkur, sum hevur givið týðiligast til kennar, hvar hann stendur [...] nú okkara ríkisgrundlóg ella okkara stýrisskipan. Men í hesum førinum er tað rímiligt, at um tað ikki stendur í lógartekstinum, at tað so verður sett í viðmerkingarnar til lógina, soleiðis at vit staðfesta
tilsamans? 15? Nevndin kundi tað sama sett navn á tey. Hetta er ein subjektiv meting, og hon er ikki saklig. Tað er strævið at verða tíðindafólk í Føroyum, lønin er lítil, og tað er imponerandi, at vit hava [...] aðrar vegir. Tað týdningarmesta er, at vit fáa tilfarið. Tað verður eisini tosað um at seta føroyskan undirtekst á filmar til ung og vaksin. Tað hevði avgjørt verið ynskiligt. Men tað er dýrt. Og skulu [...] Sjúrður Skaale ---------- Hóast orðadrátturin er harður, er semja um, at føroyskt er og skal vera okkara mál. Og tað er ein stórur sigur, sæð í tjóðskaparsøguligum høpi. Høvdu vit tosað danskt hevði nógv
ung við. Og tað dugi eg eisini væl at síggja, men tað altso ikki altíð, at slíkt gevur tað virkan, sum ynskiligt var, sigur Leila Solmunde. Hvar er endamálið Leila spyr, hvat endamálið er við at ein vanlukka [...] at hon er hend. ? Hendan kvinnan letur lív á landsvegnum um hálvgum níggjutíðina um morgunin, og á middegi er tað longu á netinum. Hvørjum endamáli tænir tað, spyr Leila og leggur afturat, at tað óivað [...] fylgd í hesum málinum og nú er tað spurningurin hvør hevur ábyrgdina av málsøkinum. Alt hetta eru evni, sum eru áhugaverd at taka upp í fjølmiðlunum, men spurningurin er, hvat tað ger við tey avvarðandi og
Støðan er heilt ótolandi. Tað staðfesti Kristin Mihelsen, borgarstjóri á Tvøroyri á býráðsfundi í gjárkvøldið. Á býráðsfundinum umrøddi hann kreppustøðuna, Suðuroy er komin í við tað, at nú er eingin [...] dag, og á býráðsfundinum í gjár staðfesti Kristin Michelsen, at tað er ein ótolandi støða. Ein glotti er kortini fyri framman, og tað er, at ein kommunulækni hevur søkt um fast starv á Tvøroyri. Fyrr var [...] avloysarum. Men nú er læknin í føstum starvi á Tvøroyri, Signar Dam, farin frá fyri aldur, og sama dag er kommunulæknin í føstum starvi í Vági, Dorrit Bech Jensen, farin í farloyvi. Sostatt er eingin lækni í
hann angrar, er svarið nei. - Tað, sum hendir í dag, er ikki gott - fyri at siga tað milt, men hetta hevði komið seinni, og tá høvdu viðurskiftini verið verri enn nú. So, vit gera tað, sum er rætt. Russiski [...] venjingum til hermótið at vera dripin. - Tað er ómøguligt at halda hermótið bara við verjupersónum. Tí er tí, vit hava savnað fleiri herfólk. Sambært Vladimir Putin er tað nú 16.000 herfólk aftrat, sum fremja [...] Russiski forsetin sigur, at málið hjá Russlandi er ikki at oyðileggja Ukraina, og hann heldur ikki, at tað nú er neyðugt við stórum álopum á Ukraina. - Soleiðis er tað nú, men vit fáa at síggja, hvat hendir, leggur
orsøkin til tað er, at góðgætið hevur ligið á eini goymslu, sum ikki er skrásett hjá Fødevarestyrelsen. Men tað, sum verri er, er tað, at tað er staðfest, at rottur hava verið á goymsluni. Tað er í øllum førum [...] Føroyum. Starvsstovan heitir tí á fólk, sum hava hetta slagið av góðgæti um at tveita tað burtur, ella at lata tað inn aftur í handilin. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at ávaringin umfatar hesar vørur:
ikki so nógv burturúr fýrverki. Tað var meira, tá børnini vóru smá, sigur hann. Hvat var tað besta, sum hendi í 2021? - Tað er nógv gott, sum hendir gjøgnum eitt ár, so tað er ringt at siga, hvat var best [...] ein góð hending. Men, annars hevur árið verið gott í so nógvar mátar. Og hvat var tað keðiligasta? - Sjálvandi er tað keðiligasta at missa onkran, tú kennir, og soleiðis var eisini í ár. Annars kann eg [...] vísir á, at hann fór inn í árið 2021 sum landsstýrismaður, og tað er hann ikki, nú árið endar. - Mær dámdi væl í landsstýrinum, og sjálvandi var tað keðiligt at fara úr tí sessinum, serliga tí, at onkur mál