Kate prinsessa er liðug við kemoterapi

Kate prinsessa er fokuserað á at "vera krabbameinsfrí", men tað fer at taka tíð, áðrenn hon kemur fult fyri seg aftur.

Bretska prinsessa Kate er liðug við kemoterapiina og sigur, at hon er miðvís í at "vera seg krabbameinsfrí".

 

Tað sigur prinsessan sjálv í einum videobroti á sosiala pallinum Instagram, har tú sært hana í haganum saman við børnunum og manninum, trónuarvinginum William prinsi.

 

- Meðan summarið er farið at halla, er tað torført hjá mær at lýsa, hvussu stórur lætti tað er hjá mær at endaliga vera liðug við kemoterapiina.

 

- Seinastu níggju mánaðirnir hava verið ótrúliga harðir hjá okkum sum familju, sigur Kate prinsessa í videobrotinum.

 

Tað var í mars, at Kate prinsessa deildi við almenningin, at hon hevði fingið staðfest krabbamein.

 

##med2##

 

Fráboðanin kom eftir at hon hevði verið skurðviðgjørd í magaøkinum aftur í januar.

 

Tað er tó ikki komið út, hvønn slag av krabbameini hon fekk staðfest. Tað hevur bretska kongshúsið heldur ongar ætlanir um at gera nú, sambært Sky News.

 

- Tað er nú mítt fokus at gera tað eg kann fyri at vera krabbameinsfrí, sigur hon og leggur afturat, at tað fer at taka drúgva tíð, áðrenn hon kemur til fulnar fyri seg aftur.

 

Í videobrotinum sæst millum annað kongsfamiljan sita á einum teppi í haganum og eta døgurða og klemmast og flenna.

 

##med3##

 

Krabbameinsgreiningin og viðgerðin hava havt við sær, at prinsessan hevur tikið ein longri steðg frá teimum almennu skyldunum, sum fylgja við kongaheitinum.

 

Frá januar til juni hevði prinsessan ikki møtt í sambandi við almenna uppsøgn undir kongligari verju.

 

15. juni í ár byrjaði hon eins stillisliga uppaftur sínar uppgávur. Tað var í sambandi við føðingardagsskrúðgongu Charles kongs, har hon luttók.

 

Men bretska kongshúsið gjørdi tá greitt, at tiltakið ikki skuldi síggjast sum prinsessan, sum vendi aftur til almennar uppgávur tá.

 

Kate prinsessa leggur afturat í videobrotinum á Instagram mánadagin, at hon gleðir seg til at sleppa aftur til arbeiðis og átaka sær fleiri almennar uppgávur komandi mánaðirnar, tá hon kann.

 

/ritzau/