Astrid Johannessen, mentanar- og ferðavinnusamskipari í Eysturkommunu - her í Mølen, Vestfold

Umboð fyri Eysturkommunu í Vestfold og Telemark

- Vertirnir bjóðaðu luttakarunum ein brellbita av tí, ið er serliga spennandi at gera og vitja í teirra øki, siga tey í Eysturkommunu í dag

Astrid Johannessen, mentanar- og ferðavinnusamskipari í Eysturkommunu - her í Mølen, Vestfold

Í farnu viku var umboð fyri Eysturkommunu á vitjan í Vestfold og Telemark-fylkinum í Noregi.  

 

- Hetta var í samband við felagsskapin Destination Viking Association, ið marknaðarførir slóð víkinganna, og sum Eysturkommuna er limur í.

 

Soleiðis verður sagt í Eysturkommunu í dag.

 

Víst verður á, at slóð víkinganna ikki minst er týðilig í Eysturkommunu.

 

- Her eru skrivligar keldur, fornfrøðiligir útgrevstrar, landslag og staðarnøvn, sum minna okkum á, at her hava fólk búleikast langt aftur í tíð.

 

Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu verður víst á, at Vestfold og Telemark bjóðaðu luttakarunum ein brellbita av tí, ið er serliga spennandi at gera og vitja í teirra øki. 

 

Myndirnar her niðanfyri, sum eisini kunnu síggjast á www.eysturkommuna í dag, vísa onkur hæddarpunkt á ferðini.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Astrid Johannessen, mentanar- og ferðavinnusamskipari í Eysturkommunu - her í Mølen, Vestfold

Storytelling umborð á Saga Oseberg

Bátasmiðir smíða eina eftirgerð av Gokstad skipi, so fólk kunnu hyggja at

Tønsberg, Vestfold