Tíðindaskriv:
Á hvørjum ári síggja vit, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka bæði náttúru og samfelag. Tí verður alt meiri týdningarmikið at seta greiðar karmar fyri, hvussu vit sum land skulu minka um útlát, styrkja grøna orku og tryggja eina burðardygga menning. Ein veðurlagslóg er ein týðandi grundarsteinur í hesum arbeiði.
Her fyri varð boðað frá, at ein veðurlagslóg verður løgd fyri løgtingið í næstum, men áðrenn løgtingið skal taka støðu til og atkvøða lógina í gjøgnum, so ert uppskotið sent til hoyringar. Tað vil siga, at Umhvørvismálaráðið vil hoyra, um áhugapartar hava ynski um broytingar av lógaruppskotinum.
Hevur tú áhuga fyri umhvørvi, náttúru og veðurlagspolitikki, og kundi tú hugsað tær at sagt tína hugsan um nýggju veðurlagslógina, sum skal tryggja, at Føroyar arbeiða fram móti minni útláti og meira grønari orku? So vil FNU bjóða tær við til eitt samskapandi tiltak, har vit hittast at gera uppskot til broytingar av lógaruppskotinum.
Vit hittast mikukvøldið 8. oktober kl. 19.00 – 21.00 í Perluni í Havn.
Skrá:
Jón Kragesteen, formaður í FNU: Hví skulu vit hava eina veðurlagslóg?
Ingmar Valdemarsson: Søguliga gongdin í arbeiðnum fyri veðurlagslóg
Ingilín D. Strøm: Hvørjir forðingar verða møttir í arbeiðnum at gera eina veðurlagslóg?
Eftir framløgurnar fara vit at svara spurninginum: ”Hvussu skal okkara veðurlagslóg síggja út?”
Birgith Lassen, aðalskrivari í FNU verður orðstýrari.
Tiltakið verður skipað sum ein opin prosess, har luttakandi kunnu geva síni sjónarmið og royndir til kennar. Ætlanin er at savna hugskot og byggja eitt sterkt og viðkomandi grundarlag, sum kann brúkast í menningini av eini veðurlagslóg.
Øll áhugaði eru vælkomin!
Lógaruppskotið kann lesast her: Føroyar fáa veðurlagslóg - Umhvørvismálaráðið