Hetta er nógv umrødda myndini, sum vísir, at dagsljós sæst inn hekkuportrið á Galaxy, sum tá sigldi við Lítlu Dímun

Fara nú at kanna um SSL hevur borið seg rætt at í málinum um hekkuportrið

Samferðslumálaráðið fer nú at kanna handfaringina av málinum um hekkuportrið á Galaxy

Hetta er nógv umrødda myndini, sum vísir, at dagsljós sæst inn hekkuportrið á Galaxy, sum tá sigldi við Lítlu Dímun

Tað stendur í eini fráboðan frá Jóhan Christiansen, landsstýrismanni í samferðslumálum. 

 

Hann sigur, at seinastu vikurnar hevur nógv umrøða verið av málinum um myndina av hekkuportrinum umborð á Galaxy. Sjóvinnustýrið tekur sær av at kanna trygdina umborð á Galaxy. Upplýsingarnar, sum eru komnar fram seinastu dagarnar, hava tó gjørt, at spurnartekn kann setast við, hvussu Strandferðslan hevur handfarið málið. 

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Strandferðsluni, hevur tí gjørt av at fara at kanna, hvørt Strandferðslan hevur handfarið málið á nøktandi hátt.

 

##med2##

 

 

 

Hetta er nógv umrødda myndini, sum vísir, at dagsljós sæst inn hekkuportrið á Galaxy, sum tá sigldi við Lítlu Dímun