Beint fyri midnátt í gjárkvøldið kom sangurin “Hjálp mær” út á talgildu stroymingarpallarnar. At syngja saman við sær á útgávuni hevur Bárður fingið Lenu Anderssen.
Útgávan hjá Bárði kann sigast at vera ein tulking av sanginum, sum Alex Bærendsen gav út fyri skjótt mongum árum síðani við heitinum “Gud, hjálp tú mær”. Upprunaliga er sangurin tó amerikanskur og eitur “Help Me”.
Einføld ljóðmynd til eina einfalda og inniliga bøn
Um sangin og upptøkurnar sigur Bárður soleiðis: “Eg hevði eitt ynski um eins nokkso einfalda og organiska ljóðmynd, sum kundi geva pláss fyri tekstinum – eini einfaldari og inniligari bøn til Guds um hjálp. Kassaguitarar, klaver mandolin, banjo, pumpuorgul og ein munnharpa, tað var tað, tað bleiv til – og so ein stillislig rútma móti endanum. Eg spæli ein guitar, klaverið og orglið, og Niclas (Johannesen) spælir rest – tó ikki munnhørpuna, tí hana spælir Lena (Anderssen). Og hon syngur eisini saman við mær! Tað eri eg ómetaliga glaður um og stoltur av! Hon hevur ein heilt framúrskarandi rødd.”
Tikin upp eftir einum degi
Tilgongdin frá tanka til handling og til úrslit hevur verið rættiliga skjót, má sigast. er tikin upp í Studio 57 hjá Niclasi Johannesen hin 27. november í ár – og alt varð tikið upp
henda dagin! “Tá klokkan var farin væl um midnátt, stillaðu vit trý – Lena, Niclas og eg – okkum kring mikrofonina og tóku kórið upp sum tað síðsta. Lítli pinnur mundi vera farin av 2, áðrenn eg spakuliga vendi nøsini norðureftir aftur. Alt, sum eg hevði sett mær fyri og vónað, var komið í kassan,” sigur Bárður víðari.
Skjót og spennandi tilgongd
Niclas tók sær síðani stundir at rudda upp og velja tað besta burturúr, og síðani varð sent niður til Óla Poulsen at ljóðblanda.”Ja, eftir eitt sindur av samskifti um eitt og annað, so var Óli liðugur. Og úrslitið er so her. Ein stuttlig, spennandi og skjót tilgongd, saman við framúr dugnaligum og fittum fólki. Eg eri glaður fyri úrslitið – og eg vóni sjálvsagt, at sangurin verður væl móttikin,” sigur Bárður at enda.
Rógvi á Lakjuni, ið er bróðir Bárð, hevur snikkað tað grafiska saman, og tað er plátufelagið, Tutl, sum gevur sangin út. Til ber at hoyra sangin á øllum teim vanligu talgildu stroymingarpallunum.











