Nær gjørdist Javnaðarflokkurin Dansk Folkeparti?

Umboðið hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingið hevur seinastu árini gjørt tað til ein týðandi part av politikki sínum at verja ísraelska hópdrápið í Gaza, og at leggja eftir Palestina-aktivistum og muslimum.

Seinasta uppskotið hjá honum er at forbjóða moskum í Føroyum. Hetta ger hann í lesarabrævinum “Latið tey skotnu í Sydney tendra eitt ljós í Føroyum”.

 

Orsøkin til uppskotið er ræðuliga yvirgangsálopið móti jødum í Sydney í Avstralia, har minst 15 fólk vórðu dripin hin 14. desembur. Sum skilst er talan um feðgar, sum hava víst trúskap til islamistiska yvirgangsfelagsskapin Islamski Staturin (ISIS).

 

Tað er trupult at skilja logiska samanhangin millum uppskotið um at avmarka savningar- og trúarfrælsi í Føroyum og so eitt yvirgangsálop í Avstralia. Tað er bæði ódámligt og óhóskandi at nýta eitt yvirgangsálop til at rættvísgera eitt forboð ímóti muslimum at savnast til bøn í Føroyum.

 

Ein grundgeving hjá Sjúrð Skaale er, at vit nærum ikki hava muslimar í Føroyum, og tí er tað ein lagalig løta at seta ymisk forboð í gildi nú. Tað hevði, sambært honum, “ikki rakt eitt einasta menniskja.” Við somu grundgeving kunnu vit forbjóða ymisk onnur trúarsamfeløg í Føroyum, sum ikki eru til staðar í Føroyum í løtuni.

 

Uppskotið hjá Sjúrð Skaale minnir um eina kollektiva revsing, og kollektivar revsingar hoyra ikki heima í einum liberalum fólkaræði. Vit kunnu og skulu heldur ikki revsa ortodoks kristin at savnast í Føroyum  orsakað av russiska álopinum í Ukraina, jødum at savnast  orsakað av ísraelska álopinum í Gaza, ella hinduistum at savnast  orsakað av hindunationalistum, sum hava framt yvirgang.

 

Tað er ein grundleggjandi spurningur, um tað bert skal vera loyvið hjá summum at praktisera sína trúgv á skipaðan hátt í Føroyum. Er tað politikkurin hjá Javnaðarflokkinum, at bert summi trúgvandi hava trúar- og savningarfrælsi, sum annars verður mett at vera ein tann mest grundleggjandi menniskjarætturin?

 

Ein týðandi táttur hjá fólkatingsmanninum er at tekkjast Fólkafloks- og Miðflokkasegmentinum í Føroyum. Hetta kemur serliga væl til sjóndar, tá ið tað snýr seg um Ísrael. Felagsnevnarin tykist at vera mótstøðan móti muslimum.

 

Enn bíða vit eftir úrskurðinum hjá altjóða dómstólinum International Court of Justice í spurninginum um, hvørt Ísrael hevur framt fólkamorð. Málið kann taka fleiri ár at kanna, men mannarættindafelagsskapir sum Amnesty International, Human Rights Watch og B'Tselem meta, at Ísrael hevur framt fólkamorð í Gaza. Altjóða dómstólurin International Criminal Court, hevur givið boð um at handtaka Benjamin Netanyahu og Yoav Gallant fyri at nýta hungur sum vápn og fyri brot móti mannaættini. Kortini hevur Sjúrður Skaale nýtt flestar setningar og røður á Facebook, í føroyskum miðlum og í danska Fólkatinginum uppá at kritisera Palestina-aktivistar og muslimar.  Kritikkurin móti ísraelsku stjórnini er veikur og nevndur so hissini.  

 

Sjúrður Skaale hevur kanska verið ov nógv á gátt hjá donskum sosialdemokratum og Dansk Folkeparti, sum hava gjørt tað til sítt fremsta politiska mál at gera tilveruna hjá muslimum so tvørliga sum gjørligt. Danski sosialdemokratiski flokkurin hevur tikið avgerð um at vera eins og Dansk Folkeparti. Hevur Javnaðarflokkurin í Føroyum tikið somu avgerð?

 

 

 

Tráin Petursson Nónklett