Burn: Tað endaði javnt millum H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini

H71 fer at halda jóla og nýggjársferiu á fyrsta plássinum

Mynd: HSF

Ein dystur er í kvøld leiktur í Burn mansdeildini.

 

Í Hoyvíkshøllini tók oddaliðið, H71 móti VÍF. Dysturin endaði við javnleiki 32-32.

 

Hoyvíkingar vóru á odda 20-16 í steðginum. Tá fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki var støðan javnleikur 21-21. H71 megnaði at økja til 26-23 í 41. minutti, men fimm minuttir seinni var støðan javnleikur 26-26, og tá leikaði javnt á restina av dystinum. 

 

Jákup Egholm var við níggju málum toppskjútti hjá H71. Filip Jojic var við átta málum toppskjútti hjá VÍF.

 

Í annaðkvøld klokkan 19 verður dystur millum KÍF og Neistan í høllini í Kollafirði.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum H71 og VÍF, og støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd: HSF