Rottur á goymslu við góðgæti sum er selt í Føroyum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar ímóti góðgæti, sum er selt í Føroyum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar nú fleiri sløg av góðgæti frá Eliza Chokolade

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at orsøkin til tað er, at góðgætið hevur ligið á eini goymslu, sum ikki er skrásett hjá Fødevarestyrelsen.

 

Men tað, sum verri er, er tað, at tað er staðfest, at rottur hava verið á goymsluni. Tað er í øllum førum staðfest, at rottur hava verið á goymsluni síðani 6. mars og síðani tá hava hesar vørur ligið á goymsluni.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan staðfestir, at hesi sløgini av góðgæti eru eisini seld í Føroyum.

 

Starvsstovan heitir tí á fólk, sum hava hetta slagið av góðgæti um at tveita tað burtur, ella at lata tað inn aftur í handilin.

 

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at ávaringin umfatar hesar vørur:

 

Salmiak mandler Haldføri: 10/2-2016, 20/2-2016 og 23/2-2016 EAN strikukotunummar: 5710534000074 Nettovekt: 120 g

 

Choko Lakrids Kugler Haldføri: 6/2-2016, 11/2-2016 og 19/1-2016 EAN strikukotunummar: 5710534000050 Nettovekt: 120 g

 

Value Lakrids Mandler stærk Haldføri: 19/2-2016 Nettovekt: 250 g

 

Value Chokolade Lakrids stærk Haldføri: 4/2-2016 Nettovekt: 250 g

 

Value Chokolade Lakrids mild Haldføri: 26/2-2016, 15/12-2015 og 12/12-2015 Nettovekt: 250 g

 

Value Lakrids Mandler mild Haldføri: 11/12-2015 Nettovekt: 250 g.