Tann størsti kvaliteturin hjá føroyskum er kvantiteturin

Vit skulu ikki seta okkara álit á sentrala stýring av málinum, men stuðla fólki, sum virka og skapa og víðka málnýtsluna. Sum flyta føroyskt inn á øki, har danskt og enskt ráða í dag

Sjúrður Skaale
----------

Hóast orðadrátturin er harður, er semja um, at føroyskt er og skal vera okkara mál. Og tað er ein stórur sigur, sæð í tjóðskaparsøguligum høpi.
Høvdu vit tosað danskt hevði nógv verið lættari – men so høvdu vit eisini verið fátækari, veikari og bleikari. Ikki sum einstaklingar, men sum tjóð.
Men sum so nógvir sigrar, so krevur hesin nógv av okkum. Hann krevur, at vit alla tíðina endurskapa okkum sjálv á okkara egna málið - samstundis sum bæði teldur, bløð, filmar og bøkur tosa við okkum á útlendskum.
Tað er ein dagligur kampur millum føroyskt og útlendskt. Og stríðast vit ikki nóg væl, so tapa vit kampin. Status quo er ikki ein møguleiki. Antin gongur føroyskt fram – ella gongur tað aftur.
Eg havi verið í fleiri londum, har tað lokala málið hevur tapt. Og tað pínir ræðuliga illa. Tí tá smá mál tapa móti størri málum, er tapið ein long og hørð prosess. Ein spakulig niðurbræðing, sum varðir í fleiri ættarlið.
Málsliga sita hesar tjóðirnar á ísflakum. Øll vita hvønn veg tey reka – men øll vita eisini, at tað tekur 100 ár. Á ísflakunum sita fleiri ættarlið av taparum.
Tað stóra málið má vera at bjarga føroyskum undan at enda í eini sovorðnari irreversiblari gongd.
Tí er tað frálíkt, at ein málstevnunevnd hevur gjørt nøkur tilmæli um, hvussu ein føroyskur málpolitikkur kann skipast.

Málnýtslan er avgerandi
Álitið - Málmørk - er eitt "idékatalog" við 76 tilmælum, sum kosta yvir 73 milliónir. Tað er freistandi at siga JA til alt, men tað ber ikki til. Vit mugu siga NEI til okkurt.
Til tess mugu í fyrsta lagi gera okkum greitt hvat tað er, vit vilja hava, og í øðrum lagi hvussu vit fáa tað.
Eg eri ikki í iva um, hvat stavnhaldið skal vera:
Vit skulu økja so nógv um málnýtsluna, sum gjørligt! Tað er í nýtsluni, at styrkin hjá málinum liggur. Vit skulu forða fyri, at útlendskt kemur inn har føroyskt ræður í dag, og vinna føroyskum pláss, har útlendskt ræður í dag.
Er hetta vitin, vit sigla eftir, er lættari at velja og vraka millum tilmælini frá nevndini.
Hon mælir t.d. til nógva sentrala stýring av málinum.
Málsligir vegleiðarar og eftirlitsfólk skulu setast í fjølmiðlar og kommunur, stovnar og fyritøkur skulu orða málstevnur og ein rúgva av málgranskarum skulu kanna alt møguligt sum hevur við støðuna hjá føroyskum at gera.
Sumt av hesum er helst skilagott. Men tann brimgarðurin, sum verjir og varðveitir mál, er ikki málfrøðiligar greiningar og reyðir pennar. Tað er málnýtslan.

Reyði pennurin
Málstevnunevndin tekur sjálv tann reyða pennin fram á ein hátt, sum sannførir meg um, at hetta ikki er vegurin at fara.
Um tíðindafólk verður t.d. sagt soleiðis: “Eyðsýniligt er, at nógv tíðindafólk í føroysku loftmiðlunum eru ikki nóg væl fyri at bera tíðindi út í hvørt hús. Málburðurin er mangan veikur, málsligi bygnaðurin skeivur og bendingarnar skeivar. Sovorðið eigur ikki at vera góðtikið í almennum fjølmiðli”.
“Nógv tíðindafólk í føroysku loftmiðlunum”. Hvussu nógv eru tey tilsamans? 15? Nevndin kundi tað sama sett navn á tey.
Hetta er ein subjektiv meting, og hon er ikki saklig.
Tað er strævið at verða tíðindafólk í Føroyum, lønin er lítil, og tað er imponerandi, at vit hava ein so livandi føroyskan fjølmiðlaheim, sum vit hóast alt hava. Og tað er ikki motiverandi alment at fáa skoðsmál sum hetta frá eini almennari nevnd.
Tá tað snýr seg um miðlar á føroyskum, er kvantitetur eisini kvalitetur. Vandin er, at fólk aftra seg við at gera nakað yvirhøvur, um treytin er, at málfrøðingar skulu góðkenna teirra málburð.
Tá tað snýr seg um um skrivaðu miðlarnar, hevur nevndin tikið stakroyndir, og hevur roknað seg fram til, at á fýra navngivnum heimasíðum verða tilsamans 124.830 ymiskar málsligar villur gjørdar árliga...
Vit hava fólk, sum kýta seg og satsa egnar pengar fyri at nakað kann eita privatir føroyskar fjølmiðlar. Hóast blaðmálið ikki altíð er so øgiliga hábærsligt, og kanska enntá vánaligt viðhvørt, so hava privatu miðlarnir kolossalan týdning fyri málnýtsluna. Og eingin kann tvinga hesi fólkini at halda fram. Tí er tað ikki serliga snilt at duka tey í høvdið frá almennari síðu.

Fakorð
Tað verður eisini skotið upp at seta sonevndar “yrkorðanevndir” at smíða føroysk fakorð í staðin fyri tey internationalu – og tað skal vera innan allar frøðigreinar og útbúgvingar.
If it aint broke, don’t fix it, siga bretar. Og her eiga vit at vera varðin.
Fakorð eru ofta ein óloysiligur partur av sjálvum fakinum. Tey eru international, og vandin er, at vit við hesum gera bæði føroyskt mál og fakini fremmand.
Tað eru hvørki tríkanturin, ella diodan ella kvadratrótin ella atomið, sum hótta føroyskt. Og at seta nýggj føroysk fakorð í staðin fyri tey kendu internationalu, er áður endað í ruðulleika.

Tann besta moldin
Nei, vit skulu ikki seta okkara álit á sentrala stýring av málinum, men heldur stuðla fólki sum virka, skapa, framleiða og víðka málnýtsluna. Sum flyta føroyskt inn á øki, har danskt og enskt í dag hava valdið.
Og tá vit hyggja út yvir lendið, so síggja vit skjótt, hvar tað grør.
Mentanargrunnurin játtar smáar upphæddir til eina røð av prosjektum, og har koma altíð ítøkilig úrslit.
Bókadeildin hjá Lærarafelagnum fær bara góða hálvaaðru millión um árið. Bøkurnar spræna út, og tær verða bæði lisnar og diskuteraðar millum børnini. Hetta er eitt dømi um, at føroyskt hevur tikið ræði á einum øki, har danskt fyri stuttum ráddi.
Og okkara tjóðpallur mann fáa meira tilfar á pallin fyri hvørja krónu enn nakar annar um okkara leiðir.
Erlendur Patursson møtti einaferð einum skúladrongi á vegnum, og eftir at hava hugt á taskuna hjá honum spurdi hann í eini sigandi grein, nær hesin drongurin mundi fara at "sleppa heim". Tí allar bøkurnar vóru danskar.
Eisini her hevur ein lítil upphædd til Skúlabókagrunnin broytt nógv rætta vegin - men greitt er, at skulu vit hava ein veruligan føroyskan skúla, so kostar tað meira enn tað, vit rinda í dag.

Teldur og sjónvarp
Drongurin hjá Erlendi slapp heim, tá hann fekk frí úr skúlanum. Tá spældi hann við onnur føroysk børn á føroyskum og mentist málsliga.
Nú er skúlin meira føroyskur enn hann var, men skíggjarnir, sum verða tendraðir aftaná klokkan trý, tosa allir danskt ella enskt – bæði gjøgnum spøl og filmar.
Ávirkanin er so stór, at mong foreldur uppliva, at børnini spæla saman á donskum.
Her er avbjóðingin kanska størst. Vit kunnu ikki føroyska alt - og tí ræður um at brúka pengarnar har, sum vit fáa mest fyri teir.
At gera barnasendingar og leggja talu á teknifilmar - og gera hesar betur atkomiligar - er heilt avgerandi. Eisini her hava vit góðar royndir at byggja á. Tað krevur størri játtan til Kringvarpið, og har er politiski illviljin tíverri massivur. Men kanska játtanin kundi farið aðrar vegir. Tað týdningarmesta er, at vit fáa tilfarið.
Tað verður eisini tosað um at seta føroyskan undirtekst á filmar til ung og vaksin. Tað hevði avgjørt verið ynskiligt. Men tað er dýrt. Og skulu vit velja, so hevur ein føroyskur filmur størri virði, enn 150 filmar, sum eru umsettir og tekstaðir til føroyskt úr málum, sum øll skilja kortini.
Sum er letur Kringvarpið høli, og Tórshavnar Kommuna 400.000 til filmsverkstaðið Klipfisk. Og har hendir ein rúgva. Játtaði løgtingið eisini eitt sindur har, høvdu tað eisini verið dinarar, sum høvdu komu fleirfalt aftur. Takið hjá okkum innan film í løtuni er at fáa skapt eitt umhvørvi, sum handrit til spælifilmar kunnu vaksa burturúr.
Sannleikin er, at vit fáa sera nógv fyri teir pengar, sum í dag verða lætnir til mentan og list. Og vit høvdu fingið nógv meira, lótu vit eitt sindur meira.
Í Málmørkum er ein rúgva av tilmælum. Øll kunnu ikki fylgjast. Latið okkum halda okkum til tey, sum víðka og styrkja málið.
Vit skulu hava eitt sterkt málráð - men álitið má vera málnýtslan. Ikki tann sentrala stýringin.