Sosialurin, Glasgow: Seinasti maðurin, sum legði afturat landsliðshópinum var Tór-Ingar Akselsen, sum týskvøldiði varð biðin um at pakka ferðataskuna. Hetta kom sjálvandi nakað óvart á unga HB-leikaran, men vónin um enn eina úttøku hevði tó alla tíðina verið til staðar.
- Sjálvandi vónaði eg alla tíðina, at eg eisini slapp við hesaferð. Men tá eg so ikki var í hópinum, sum varð kunngjørdur, so hevði man líka sum slept tí tankanum. Men tað er sjálvsagt hugaligt at vera við aftur, heldur hann.
Sum tað kemur
Seinasta góða árið ella so, so hevur Tór-Ingar ofta verið nevndur í landsliðshøpi, og nú tykist tað eisini, sum er hann um at fáa fótin fyri seg í hópinum. Ivaleyst sum eitt úrslit av góða spælinum, sum hann nú tykist sýna fyri HB hvørt vikuskifti.
Júst tað, at leikarin tykist vera sera væl fyri í løtuni, ger kanska eisini, at summi rokna við at síggja hann í dysti fyri landsliðið hampuliga skjótt, men hetta tykist leikarin sjálvur tó at taka heilt róliga.
- Tað vóni eg sjálvandi, at eg sleppi, men hinvegin havi eg ikki gjørt mær nakrar tankar um tað sum so. Tað er jú eitt sindur av muni á Gundadali og so einum fullsettum leikvølli her niðri, men tað má so bara koma, sum tað kemur, sigur altso Tór-Ingar Akselsen at enda.
Mynd: Tór-Ingar
- Tað er jú eitt sindur av muni á Gundadali og so einum fullsettum leikvølli her niðri, heldur Tór-Ingar Akselsen