Støðan er heilt ótolandi. Tað staðfesti Kristin Mihelsen, borgarstjóri á Tvøroyri á býráðsfundi í gjárkvøldið. Á býráðsfundinum umrøddi hann kreppustøðuna, Suðuroy er komin í við tað, at nú er eingin kommunulækni í føstum starvi í Suðuroy.
Tað eru fýra kommunulæknastørv í Suðuroy, tvey á Tvøroyri og tvey í Vági. Ein lækni hevur verið í føstm starvi í Vági og ein á Tvøroyri. Hini bæði størvini hava verið røkt av skiftandi avloysarum. Men nú er læknin í føstum starvi á Tvøroyri, Signar Dam, farin frá fyri aldur, og sama dag er kommunulæknin í føstum starvi í Vági, Dorrit Bech Jensen, farin í farloyvi.
Sostatt er eingin lækni í føstum starvi í dag, og á býráðsfundinum í gjár staðfesti Kristin Michelsen, at tað er ein ótolandi støða. Ein glotti er kortini fyri framman, og tað er, at ein kommunulækni hevur søkt um fast starv á Tvøroyri.
Fyrr var Suðuroyggin tvey læknadømi, men í eini roynd at bøta um støðuna, varð oyggin løgd saman í eitt læknadømi. Men Kristin Michelsen vísti á, at tað hevur akkurát einki broytt - uttan tað at læknadømið hevur skift navn.
Hann sigur, at spurningurin eigur at verða reistur, um myndugleikarnir gera nóg nógv fyri at lýsa eftir kommunulæknum til Suðuroy, og um tað verður upplýst nóg væl um størvini.
Sjálvur heldur hann, at ein loysn kann vera at Heilsutrygd ger eina serliga skipan fyri kommunulæknarnar í Suðuroy, so at teir fáa onkrar serligar, fíggjarligar ágóðar fyri at lokka læknar til oynna.
Hann sigur, at tað hevur verið roynt fyrr, tá ið sandoyingar lógu í læknaloysi, tí tá fingu læknarnar onkrar serliga sømdir.










