Á tíðindafundi seinnapartin í dag hevur russiski forsetin, Vladimir Putin, sagt, at hann ikki hevur ætlanir um at savna meira herfólk til Ukraina.
- Savningin av herfólki nærkast nú endanum og verður liðug yvir næstu tvær vikurnar, leggur hann aftrat.
Á tíðindafundinum fær forsetin eisini spurningin, hví hann sendir herfólk við ongum venjingum til hermótið at vera dripin.
- Tað er ómøguligt at halda hermótið bara við verjupersónum. Tí er tí, vit hava savnað fleiri herfólk.
Sambært Vladimir Putin er tað nú 16.000 herfólk aftrat, sum fremja hernaðaruppgávur, og hann sigur, at herfólkini fáa upplæring.
Spurdur, um hann angrar, er svarið nei.
- Tað, sum hendir í dag, er ikki gott - fyri at siga tað milt, men hetta hevði komið seinni, og tá høvdu viðurskiftini verið verri enn nú. So, vit gera tað, sum er rætt.
Russiski forsetin sigur, at málið hjá Russlandi er ikki at oyðileggja Ukraina, og hann heldur ikki, at tað nú er neyðugt við stórum álopum á Ukraina.
- Soleiðis er tað nú, men vit fáa at síggja, hvat hendir, leggur hann aftrat.
Spurdur, um hvat hann hugsar, um Nato møguliga tekur seg inn í Ukraina, sigur Vladimir Putin:
- Beinleiðis bardagar millum Nato-herlið og Russland høvdu elvt til eina globala vanlukku. Eg vóni, at tey, sum sita við avgerðunum, ikki ætla sær at gera tað, segði russiski forsetin sambært tíðindastovuni NTB á tíðindafundinum í dag.
##med2##