sum minst. - Neyðugt er við reglugerðum, ráðgeving og kunning, sum eigur at røkka út í hvørt einasta húsarhald í Føroyum, sigur Sigurd. Hann visir á, at landsstýrið hevur ikki amboðini at fremja orkueffe [...] i, Sigurd í Jákupsstovu, heldur, at fyrilesturin hjá Svend Auken var áhugaverdur og viðkomandi, og hann viðgjørdi neyvt trupulleikarnar við dáking - eins og hann vísti á, hvat gjørt verður í øðrum londum [...] sjónarmiðini hjá Svend Auken eru í tráð við tað, sum landsstýrið arbeiðir við, og tað var áhugavert at hoyra, hvussu nógv sjónarmiðini, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orku-og umhvørvismálum, legði
fyri næmingarnar í Klaksvík, um HF skeiðið verður flutt á Kamdsdal komandi skúlaár. Alternativið hvørvur Sigrun vísir á, at Klaksvíkar HF skeið er tað einasta av sínum slag í Føroyum, sum í allar mátar virkar [...] tey hava brúk fyri at vera í nánd av eitt nú ansingarstovnum hjá børnunum, sigur Sigrun, sum heldur ikki ivast í, at júst hetta er orsøkin til, at umsøkjaratalið til skúlan í Klaksvík er munandi størri [...] ætlanina hjá mentamálaráðharranum hanga illa saman við tankunum í Visión 2015 um miðnámsútbúgving til øll. Sosialt umhvørvi Sigrun ivast eisini í, um tað ber til at endurskapa sama sosiala umhvørvið á einum
vestanfyri Írland. Samráðingar Í dag og í morgin verða samráðingar um makrelin millum strandalondini, sum varða av hesum tilfeingi, og hesir fundir verða hildnir í Føroyum. Atli Hansen sigur, at londini [...] sildaveiði, men nú er kvotan í norskum sjógvi um at verða uppi. Vit eiga nakað av kvotu í ES-sjógvi, men enn hava skipini, sum vit hava havt samband við, ikki rakt við makrel í ES-sjógvi. Atli heldur ikki [...] so nógv betur í ár enn í fjør, men tað er serliga góðu prísirnir, sum gera munin. - Kanska hevur fiskiskapurin eisini verið heldur frægari, leggur hann aftrat. Eftirspurningurin Formaðurin í Nótaskipum sigur
teir at vera við í tveimum brunnum. -Tá vit søktu og fingu eitt 9 ára loyvi í 2000 dugdu vit ikki at ímynda okkum, at vit skuldu enda í eini slíkari støðu tvs. frá als ikki at vera við í nakrari boriskyldu [...] vera varið og ikki binda seg til at bora nakran brunn í fyrstu atløgu. Felagið valdi at byrja spakuliga við at vera við í tveimum 9 ára loyvum, har tað í øðrum varð fyristøðufelag. Lagnunar speisemi skuldi [...] virkin partur í tveimum brunnum, í øðrum við umleið 25% og hinum umleið 13%. Steve Linnard, leiðandi jarðfrøðingur hjá Anadarko var við til at undirskriva avtaluna millum tey átta oljufeløgini í Oljufyrisitingini
fyribrigdi í Føroyum, minni enn so. Flestu, sum fáast við fisk, vita, hvønn týdning tað hevur, at fiskur verður blóðgaður, meðan hann enn er livandi. Kanning Í blaðnum hjá Fiskeriforskning í Noregi herfyri [...] kanningum av teimum blóðgingarhættum, sum í dag eru vanligir umborð á skipum. - Kanningarnar vísa, at fiskur, sum er tikin við snurriváð, eigur at verða blóðgaður í seinasta lagi 30 minuttir eftir, at hann [...] at tær stóru blóðæðrarnar í strupanum verða skornar av, soleiðis at blóðið rennur út. Rennandi sjógvur Kanningarnar vísa, at besti hátturin fyri at varðveita hvíta litin í fiskakjøtinum er at blóðga fiskin
gleim í landsnevndini og í havnargøtum avgjørdu bretskir myndugleikar tann 25. apríl, at føroyingar skuldu sigla undir Merkinum. Tað var hátíðardagur í Føroyum. Alt hetta og nógv aftrat kann lesast í flaggsøguni [...] hildu studentarnar í Keypmannahavn í 1919. Teir settu sær fyri at gera uppskot til føroyskt tjóðflagg. Merkið veittraði fyrstu ferð sama árið. Tað sást fyrstu ferð á báti í 1920. Í 1923 veittraði tað fyrstu [...] altingshátíðini á Tingvøllum í 1930 kravdi og fekk danski forsætisráðharrin føroyska flaggið strikað. Á Tinghúsvøllinum í Havn rópti amtmaðurin: »Tag den klud bort«, tá Páll í Kirkjubø hongdi Merkið út av
fíggjarmiðdepil í heiminum, og hann liggur á leið í somu frástøðu úr Føroyum sum Keypmannahavn. Spell at eingin føroysk fíggjarfyritøka er har, tí London er portrið til allan heimin í fíggjarhøpi. Bretland [...] hjá Eik seinnu árini. Timingin hevur verið góð í teirra íløgum, og hetta visir, at fyriuttan eitt sindur av hepni, so hevur hegni verið við frá leiðsluni í Eik. At royna at fjøltátta inntøkugrundarlagið [...] hevur allar fortreytir fyri at gerast eitt veruligt lokomotiv í føroyska búskapinum, men tað krevur, at leiðslan framhaldandi hevur tunguna mitt í munninum, og ikki spennir bogan harðari enn neyðugt. Væl er
leiðin hjá Símuni byrjaði í 1976, tá ið hann var í fyrsta flokkinum, sum leyk HF prógv í Klaksvík. Hann tók síðani bankaútbúgving í Føroya Banka í Havnini. Í 1980 fór hann í starv hjá Grannskoðaravirkinum [...] einki bein er í at góðkenna útbúgvingarnar hjá hvørjum øðrum. Og Símun hevur tikið av møguleikanum at útbúgva seg til ríkisgóðkendan grannskoðara í Noregi, meðan hann hevur arbeitt í Føroyum. Útbúgvingarleiðin [...] hjá Jógvani Sundstein. Har var hann inntil í 1987. Í 1983 gjørdist hann skrásettur grannskoðari. Frá 1987 og til 1989 búðu Símun og familjan í Nuuk. Símun var í roknskaparstarvi hjá Royal Greenland. Síðani
fólk eru á hvørji vaktini. Landingar - Fyrstu dagarnir av árinum var minni fiskur í útboði í Føroyum, tí upsaprísurin í Skotlandi var rættiliga góður, einar 8-9 krónur fyri kg., og fleiri trolarar nýttu [...] jóla-og nýggjshøgtíðina, hevur eingin steðgur verið í framleiðsluni. Nú mánadagin landaði Vesturbúgvin í Vestmanna. Teir høvdu 225.000 pund, meginparturin upsi. Í dag vænta tey Vesturtúgvuna og Grønanes, sum [...] Fiskivinna Á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Vestmanna hevur verið støðugt fiskaarbeiði, síðan gongd kom á aftur framleiðsluna, 10. januar í ár. Jákup Eli Thomsen, virkisleiðari, sigur, at tey arbeiða
"amtslæge" kom í staðin. Fólkatalið í Havn í 1915 var 2.302. Og so ein, eitt sindur uttan fyri Havnina, og tó: "Amalienborg" fekk fyrstu bindimaskinuna í 1915. Tvey ár framman undan, í 1913, fekk Havnin [...] Andr. Arge (ella "Jampan" sum hann bleiv nevndur millum havnarfólk) í Rættará í 1915. Trappurnar vórðu settar upp á Christiansborg í 1916. Nevnast kann at tann eina trappan er 7 fót breið, meðan hin er [...] Skansanum blivu tiknar niður, og fýrurin kom upp í staðin. Eisini tann høga veðurmasturin á Skansanum varð sett upp í 1915. Fyrsta Ólavssøkuteitið kom í 1915. Tað var Poul Niclasen sum lat hetta hefti prenta