Anna Askham varð konfirmerað í 1915

Konfirmantar í Havnar kirkju 11. apríl 1945. Jacob Johannes Marius Olsen, Edvard Sverri Arge og Knud Petersen (Knút skómakarin), Jakob Evin Sonne Jakobsen, Johannes Anton Hansen, Haldur Christiansen, Anton Sofus Arge (Argir), Julian Johannesen og Johan Marius Frits Rubeksen (Johan í Smiðjustovu),
Jane Susanne Margrethe Nikoline Justinussen, Elisabeth Johanne Poulsen, Andrea Susanne Alma Poulsen (fru Jørgensen á Hotel Føroyum), Anna Cathrine Mørkøre (Anna Askham), Maria Augusta Jensine Thomasie Vangsen og Elisabeth Johanne Christine Olsen. Mads Berg Frederik Andreasen, Hans Johan Simonsen, báðir av Velbastað, og Mads Vilhelm Thomsen úr Nólsoy.


Nakrar hendingar í Havn í 1915, tað árið Anna Askham bleiv konfirmerað:

*"Slottstrappurnar" sum ganga upp til Fólka- og Landstingssalin á Christiansborg (78 trin), gjørdi havnarmaðurin Jákup Andr. Arge (ella "Jampan" sum hann bleiv nevndur millum havnarfólk) í Rættará í 1915. Trappurnar vórðu settar upp á Christiansborg í 1916. Nevnast kann at tann eina trappan er 7 fót breið, meðan hin er 3 fót breið. Trinini eru 1 fót djúp og tjúgdin er 1 tumma.
Jampan var so umhugsin, at hann gjørdi eitt eykatrin, sum hann hevði við sær, um tað bleiv neyðugt. Men hesum fekk hann ikki brúk fyri. Alt passaði sum tað skuldi.

Lanternurnar á Skansanum blivu tiknar niður, og fýrurin kom upp í staðin. Eisini tann høga veðurmasturin á Skansanum varð sett upp í 1915.

Fyrsta Ólavssøkuteitið kom í 1915. Tað var Poul Niclasen sum lat hetta hefti prenta.

Orðið "fysikus" verður strika og orðið "amtslæge" kom í staðin.

Fólkatalið í Havn í 1915 var 2.302.

Og so ein, eitt sindur uttan fyri Havnina, og tó: "Amalienborg" fekk fyrstu bindimaskinuna í 1915. Tvey ár framman undan, í 1913, fekk Havnin sína fyrstu bindimaskinu. Tað var havnarkonan Johanne Jensen, sum tann fyrsti føroyingurin ið innflutti eina "Husquarna" bindimaskinu úr Svøríki.

Um onkur hevur okkurt at viðmerkja í sambandi við konfirmatiónsmyndina og eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon: 314647 / 273168.