Símun statsgóðkendur í Noregi

13. januar í ár fekk Símun Absalonsen góðkenning sum statsautoriseret revisor frá Kredittilsynet í Oslo. Ivaleyst er Símun fyrsti føroyingurin, ið hevur lokið prógv sum statsgóðkendur grannskoðari í Noregi. Teir flestu føroyingarnir, sum hava hesa útbúgvingina, hava tikið hana í Danmark, og onkur hevur hana úr Onglandi.
                      Noreg er limur í EBS samstarvinum, sum fevnir um ES, Noreg, Ísland og einstøk onnur lond. Ein partur av samstarvinum er, at limirnir hava bundið seg til at útbúgvingarnar skulu hava ávíst fakligt støði, soleiðis at einki bein er í at góðkenna útbúgvingarnar hjá hvørjum øðrum. Og Símun hevur tikið av møguleikanum at útbúgva seg til ríkisgóðkendan grannskoðara í Noregi, meðan hann hevur arbeitt í Føroyum.
                        Útbúgvingarleiðin hjá Símuni byrjaði í 1976, tá ið hann var í fyrsta flokkinum, sum leyk HF prógv í Klaksvík. Hann tók síðani bankaútbúgving í Føroya Banka í Havnini. Í 1980 fór hann í starv hjá Grannskoðaravirkinum hjá Jógvani Sundstein. Har var hann inntil í 1987. Í 1983 gjørdist hann skrásettur grannskoðari.
                      Frá 1987 og til 1989 búðu Símun og familjan í Nuuk. Símun var í roknskaparstarvi hjá Royal Greenland. Síðani 1989 hevur Símun havt egna grannskoðarafyritøku samstundis, sum hann hevur verið undir útbúgving. Í 1992 leyk hann HD prógv. Hann var millum fyrstu næmingarnar, sum luku prógv, eftir at Føroya Handilsskúli var farin í samstarv við Handilsháskúlan í Århus um HD útbúgvingina.
                      Í 1998 leyk Símun revisor kandidat útbúgvingina (cand.merc.aut) á Handilsháskúlanum í Århus, og síðani hevur hann útbúgvið seg í Bergen, meðan hann hevur røkt fyritøkuna AB grannskoðan.
                      Síðani í 1994 hevur Símun Absalonsen, sum er 48 ára gamalur og ættaður úr Klaksvík, verið annar av eksternu grannskoðarunum hjá Norðoya Sparikassa. Hin grannskoðarin er Martin Gaard, sum eisini er klaksvíkingur. Hann býr í Keypmannahavn, og hann hevur røkt starvið í Norðoya Sparikassa síðani 1976.
                      Símun er giftur Randi, fødd Gunnarsson, og ættað úr Havnini. Tey eiga trý børn ? Brynhild, Mirjam og Trygvi.