Skúlanæmingar taka hond í við fiskaarbeiði

Tríggir trolarar hava landað í Vestmanna hesa vikuna

Fiskivinna

Á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Vestmanna hevur verið støðugt fiskaarbeiði, síðan gongd kom á aftur framleiðsluna, 10. januar í ár.
Jákup Eli Thomsen, virkisleiðari, sigur, at tey arbeiða við tveimum vaktum; tann fyrra frá 8-16 og tann seinna frá 16 til midnátt.
Eini 50 fólk eru á hvørji vaktini.

Landingar

- Fyrstu dagarnir av árinum var minni fiskur í útboði í Føroyum, tí upsaprísurin í Skotlandi var rættiliga góður, einar 8-9 krónur fyri kg., og fleiri trolarar nýttu høvi at fara niður til Skotlands við fiskinum.
Jákup Eli sigur, at síðan verulig gongd kom á aftur eftir jóla-og nýggjshøgtíðina, hevur eingin steðgur verið í framleiðsluni.
Nú mánadagin landaði Vesturbúgvin í Vestmanna. Teir høvdu 225.000 pund, meginparturin upsi. Í dag vænta tey Vesturtúgvuna og Grønanes, sum hava eini 240.000 pund tilsamans. Eisini her er meginparturin av veiðini upsi.
Virkisleiðarin sigur, at upsin í fyrstu lastunum, sum virkið keypti í ár, var rættiliga smáur, men nú er slagið betur.
- Vit hildu, at fiskurin bæði var smáur og rak, men nú sær betur út, sigur hann.
Jákup Eli sigur, at fiskurin, sum Vesturbúgvin hevði mánadagin, var góður.
- Tað vísir seg, at slagið avhongur nógv av, hvar skipini royna, leggur hann aftrat.

Skúlanæmingar

Á virkinum hjá Fiskavirking í Vestmanna arbeiða tilsamans 100 fólk, og tað er ikki bara sum at siga tað at manna reinskeriborðini.
- Vit hava nakrar skúlanæmingar, sum plaga at hjálpa til á seinnu vaktini. Hetta eru framhaldsskúlanæmingar og næmingar, sum ganga á Fiskivinnuskúlanum.
Jákup Eli Thomsen sigur, at teir royna at vera so fleksiblir sum tilber.
- Onkur, sum arbeiðir á kvøldvaktini, ynskir bara at arbeiða hálva vakt, og tá kann tað vera heppið, um onkur næmingur kann taka hin helmingin av vaktini.
Virkisleiðarin sigur, at teir plaga at laga seg eftir slíkum umstøðum, tá ið fólk sjálvi kunnu finna út av at skipa seg saman.