Blóð í fiski merkir mistar inntøkur

Toskur má blóðgast stutt eftir, at hann er komin inn á dekkið, um hetta ikki skal ganga útyvir dygdina á fiskinum. Í dag veiða stóru og effektivu skipini so nógvan fisk upp á stutta tíð, at eingin møguleiki er at blóðga fiskin, sum tískil missir inntøkur á marknaðinum

Blóðging

Kjak um blóðging er ikki eitt nýtt fyribrigdi í Føroyum, minni enn so.
Flestu, sum fáast við fisk, vita, hvønn týdning tað hevur, at fiskur verður blóðgaður, meðan hann enn er livandi.

Kanning
Í blaðnum hjá Fiskeriforskning í Noregi herfyri er ein grein um týdningin av, at fiskurin verður blóðgaður livandi.
Víst verður á, at nógv skip eru so stór og effektiv í dag, at manningin hevur smáar møguleikar at blóðga fiskin.
Avleiðingarnar eru, at hvíta fiskakjøtið verður reydligt á liti, og tá kann fiskurin ikki seljast á marknaðum, sum gjalda mest fyri fiskavørurnar.
Fiskeriforskning hevur gjørt eina røð av kanningum av teimum blóðgingarhættum, sum í dag eru vanligir umborð á skipum.
- Kanningarnar vísa, at fiskur, sum er tikin við snurriváð, eigur at verða blóðgaður í seinasta lagi 30 minuttir eftir, at hann er komin inn á dekkið - og ikki seinni enn ein tíma eftir, sigur granskarin, Leif Akse.
Hann vísir á, at blóðgingin merkir, at tær stóru blóðæðrarnar í strupanum verða skornar av, soleiðis at blóðið rennur út.

Rennandi sjógvur
Kanningarnar vísa, at besti hátturin fyri at varðveita hvíta litin í fiskakjøtinum er at blóðga fiskin og síðan lata hann bløða út í rennandi sjógvi í minsta lagi ein hálvan tíma, áðrenn hann verður kruvdur.
Kanningarnar vísa eisini, at verður fiskurin kruvdur beinanvegin  og áðrenn hann yvirhøvur er blóðgaður, bløðir hann minni.
- Skipini eiga at hava útbúnað sum ger tað møguligt at blóðga og lata fiskin bløða út í sjógvi  so hvørt, sum fiskurin kemur inn á dekkið.

Ikki prógvað
Granskarin vísir á, at umborð á nøkrum skipum halda menn, at fiskurin bløðir væl út, um hann verður kruvdur beinanvegin og síðan koyrdur í rennandi saltvatn.
- Men hetta er higartil ikki prógvað, sigur granskarin, sum heldur, at neyvari kanningar mugu gerast av hesum.
Teir, sum hava fíggjað kanningararbeiðið hjá Fiskeriforskning, eru Fiskeri-og Havbruksnæringens Forskningsfond í Noregi og Norges Råfisklag.