Ikki í tráð við Visión 2015

- Útspælið hjá mentamálaráðharranum um at flyta Klaksvíkar HF skeið á Kambsdal samsvarar illa við Visión 2015 um miðnámsútbúgving til øll. Stóra umsøkjaratalið til skúlan hongur nettupp saman við, at skúlin liggur í nærumhvørvinum, sigur Sigrun Skálagarð, deildarleiðari á Klaksvíkar HF skeiði


Sigrun Skálagarð, deildarleiðari á Klaksvíkar HF skeiði, dylur ikki yvir, at hon heldur tað vera ein stóran miss fyri nærumhvørvið og ikki minst fyri næmingarnar í Klaksvík, um HF skeiðið verður flutt á Kamdsdal komandi skúlaár.
Alternativið hvørvur
Sigrun vísir á, at Klaksvíkar HF skeið er tað einasta av sínum slag í Føroyum, sum í allar mátar virkar eftir upprunaligu ætlanini við einum HF skeiði  nevniliga sum eitt alternativ til aðrar miðnámsútbúgvingar.
- Tankin við eini HF útbúgving var jú frá byrjan, at tilkomin fólk, sum hava aðrar lívsumstøður enn ungir næmingar, eisini skulu hava møguleika at fáa eina miðnámsútbúgving. Og nógvir av okkara næmingum brúka nettupp hendan møguleikan at samskipa útbúgving við arbeiði, samstundis sum tey hava brúk fyri at vera í nánd av eitt nú ansingarstovnum hjá børnunum, sigur Sigrun, sum heldur ikki ivast í, at júst hetta er orsøkin til, at umsøkjaratalið til skúlan í Klaksvík er munandi størri enn á Kambsdali. Hon leggur afturat, at júst møguleikin fyri eitt nú at taka eitt HF prógv sum stakgreinalestur ofta er avgerðandi fyri, um fleiri av næmingunum yvirhøvur fáa eina miðnámsútbúgving. Tí heldur hon ætlanina hjá mentamálaráðharranum hanga illa saman við tankunum í Visión 2015 um miðnámsútbúgving til øll.
Sosialt umhvørvi
Sigrun ivast eisini í, um tað ber til at endurskapa sama sosiala umhvørvið á einum so stórum skúla, sum honum á Kambsdali. Á Klaksvíkar HF skeiði hevur tað altíð verið siðvenja, at næmingarnir eisini brúka skúlan aftaná skúlatíð til eitt nú bólkaarbeiði og ikki minst í sambandi við próvtøkufyrireiking. Alt hetta er við til at skapa eitt sosialt skúlaumhvørvið, sum fær næmingarnar at trívast serliga væl. Tað er væl hugsandi, at góði trivnaðurin á skúlanum í síðsta enda eisini spælir ein stóran leiklut fyri, um næmingarnr gjøgnumføra útbúgvingina, hóast teirra lívsumstøður ikki altíð gera tað so høgligt at vera lesandi.
- Nú fáa vit at síggja. Men tað skuldi ikki undrað meg, um tað verða nógvir klaksvíkingar, sum droppa ætlanina um at fáa eina HF útbúgving, um skúlin verður fluttur yvir á Kambsdal, sigur Sigrun Skálagarð.