Nótaskipini skjótt liðug í norskum sjógvi

Tað hevur gingið væl hjá føroysku nótaskipunum á makrelveiði í heyst. Prísurin fyri hevur verið góður, uppí einar 12-13 krónur fyri kilo í mun til einar 8-9 krónur fyri kilo seinasta ár

Makrelur

Atli Hansen, formaður í Nótaskipum, sigur, at hóast makrelkvotan hevur verið minkandi seinastu árini, hevur heystið eydnast væl hjá nótaskipunum.
- Skipini hava verið á makrelveiði, síðan tey góvust á sildaveiði, men nú er kvotan í norskum sjógvi um at verða uppi. Vit eiga nakað av kvotu í ES-sjógvi, men enn hava skipini, sum vit hava havt samband við, ikki rakt við makrel í ES-sjógvi.
Atli heldur ikki, at makrelfiskiskapurin hevur verið so nógv betur í ár enn í fjør, men tað er serliga góðu prísirnir, sum gera munin.
- Kanska hevur fiskiskapurin eisini verið heldur frægari, leggur hann aftrat.

Eftirspurningurin
Formaðurin í Nótaskipum sigur, at tað er eftirspurningurin eftir makreli, sum hevur fingið prísin uppeftir, nú kvoturnar í fleiri ár hava verið minkandi.
Spurdur, hvussu makrelurin hevur verið til støddar, sum skipini hava fingið, heldur Atli, at fiskurin í heyst ikki hevur verið størri enn vanligt.
- Makrelprísurin verður vanliga ásettur eftir stødd, so hevði fiskurin verið størri, enn hann hevur verið, hevði prísurin helst eisini verið uppaftur betur, sigur hann.
Í heyst hava fleiri nótaskip landað makrel í Lerwick í Hetlandi, sum ikki hevur verið vanligt onnur ár.
Føroyingar royna eftir makreli við nót; tað gera norðmenn eisini. Aðrir, eitt nú hetlendingar, skotar og írar, royna við troli.
Atli sigur, at makrelurin vanliga ferðast vestureftir, tá ið líður út á heystið, vestur um Hetland og Hebridurnar, og tá ið kemur út á veturin, fæst hann vanliga á leiðunum vestanfyri Írland.

Samráðingar
Í dag og í morgin verða samráðingar um makrelin millum strandalondini, sum varða av hesum tilfeingi, og hesir fundir verða hildnir í Føroyum.
Atli Hansen sigur, at londini á fundinum skulu finna út av, hvussu nógv er ráðiligt at fiska, og í hesum sambandi fara tey at viðgera tilmælið hjá ICES um makrelin.
- Býtið liggur fast, so hetta plagar ikki at verða tann stóri stríðsspurningurin millum londini, sigur formaðurin í felagnum Nótaskipum.