Anadarko í lyklastøðu

-við í báðum basaltbrunnunum

Basaltbrunnar

Eitt av oljufeløgunum, sum er komið í eina lyklastøðu, nú avtala loksins er gjørd um at bora tveir brunnar inni á basaltinum komandi tvey árini er amerikanska oljufelagið Anadarko. Tá fyrstu loyvini vórðu latin á landgrunninum í 2000 valdi Anadarko at vera varið og ikki binda seg til at bora nakran brunn í fyrstu atløgu. Felagið valdi at byrja spakuliga við at vera við í tveimum 9 ára loyvum, har tað í øðrum varð fyristøðufelag. Lagnunar speisemi skuldi gera, at felagið skjótt seks ár seinni bráddliga skuldi gerast partur av tveimum spennandi brunnum. Orsøkin var tann, at feløgini við boriskyldum ynsktu at flyta sínar brunnar inn á tey bæði 9 ára loyvini, sum Anadarko er partur av. Og soleiðis bleiv Anadarko virkin partur í tveimum brunnum, í øðrum við umleið 25% og hinum umleið 13%.

Steve Linnard, leiðandi jarðfrøðingur hjá Anadarko var við til at undirskriva avtaluna millum tey átta oljufeløgini í Oljufyrisitingini í farnu viku. Hann sigur, at fyri Anadarko er henda avtalan einki minni enn ein gjøgnumbrot, tí herfyri var felagið eisini við til at gera avtalu um enn ein brunn inni á basaltinum, saman við BP og Shell.

-Báðar hesar avtalur hava stóran týdning fyri okkum. Við hesi seinastu avtaluni sleppa vit longu í gongd við at bora um minni enn eitt ár, og úrslitið av tí boringini kann blíva, at tað tá fæst at vita, um grundarlag er fyri eini olju- og gassvinnu í Føroyum.

Steve Linnard dylur ikki fyri, at tað hevur stóran týdning fyri teir at vera við í tveimum brunnum. -Tá vit søktu og fingu eitt 9 ára loyvi í 2000 dugdu vit ikki at ímynda okkum, at vit skuldu enda í eini slíkari støðu tvs. frá als ikki at vera við í nakrari boriskyldu bráddliga at vera partur av tveimum týðandi brunnum. Hetta er so ein stór og spennandi avbjóðing fyri felagið, sum annars hevur brúkt nógva orku uppá kanningar, sum nú liggja sum grundarlag fyri serstakliga annan av basaltbrunninum, nevniliga tann, sum skal borast saman við BP og Shell, eisini nevndur sum Williamprospektið.