máttu skiftast út. Alt í alt er arbeiðið dýrkað munandi í mun til tað, kirkjuráðið hevði væntað og átti pengar til. Tað hevur so gjørt, at Føroya Stiftsstjórn hevur tikið um endan og leggur út úr Kirkjugrunninum [...] vóru givin soleiðis, at teir, sum buðu, høvdu lagt uppfyri. Nú Stiftsstjórnin er komin uppí, verður mett, at einar 200.000,- krónur kunnu sparast bara við málingararbeiðinum. Eisini annað, sum ætlað varð [...] byrjan, er útsett, sigur biskupur. Eiðis Kirkja verður 120 ár í heyst, og vónin er, at hon verður klár til ta tíð. Men á Eiði taka tey ikki nakað fyri givið, tá tosað verður um kirkjuumvæling.
fram alt frá træ- og silvurlutum, til pløgg, virkað úr føroyskum tilfari. Og mong vitjandi hava óivað ognað sær okkurt til føroyska búnan, nú tað stundar til ólavsøku. Met Hóast tað er ymiskt, hvussu nógv [...] vaksandi og setti í ár met. Suni Poulsen á Menningarstovuni sigur, at 4.748 fólk vitjaðu Hendur og Hugflog í ár. Hetta er 250 fólk fleiri, enn fyri tveimum árum síðani, ið annars hevði met. Hann metir, at góða [...] enn minni góð fyri framsýnararnar, ið stákast til ólavsøku og kanska er heldur tvørt at sita og virka ymiskt í besta summarveðri og royna at gerast liðugur til sýningina. Tað hevur verið upp á tal at flyta
umleið 100 mill. yvir eitt 2 til 3 ára skeið, meðan havnarbygging í Vági verður mett at kosta kanska 20 mill. Um oman fyri nevnda smyrlaætlan verður framd, eru ongir pengar til hesar ætlanir. Hetta liggur [...] Smyril, sum er alt ov stórur til vanligan ferðafólkaflutning? Út frá hesum vil eg heita á Føroya landsstýri um at byggja ein Smyril av hóskandi stødd og sum er vælegnaður til ferðafólkaflutning millum Havnina [...] ella onga viðgerð í bløðunum. Støðan í dag er tann, at nevndin, sum Strandferðslan setti til at finna fram til eitt suðuroyarskip, er komið við sínum uppleggi og er hetta »pressað« politiskt ígjøgnum í
at uppskotið fer til hoyringar ymsastaðni, tá hann fær tað, og hesi fáa 14 dagar at gera viðmerkingar. Tað verður eitt nú landslæknin og Vísindasiðseminevnd Føroya, sum fáa møguleikan til at gera viðmerkingar [...] viðmerkingar koma til uppskotið. -Eftir at uppskotið hevur verið til hoyringar, verður alt lisið ígjøgnum og møguligar broytingar vera skrivaðar í uppskotið, og síðani fer tað í tingið til viðgerðar og støðutakan [...] byrjaði um hesar spurningar. Tá mettu løgtingsmenn, at føroyska samfelagið ikki var búgvið til føroyska samfelagið. Fer til hoyringar Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, hevur so at siga arvað málið um ar
bundið. Hon hevur verið á ymsum skúlum. Tá hon á sinni flutti til Føroya, eftir 18 ár í Danmark, fann hon einki at búgva í í Havn, men fór til Fugloyar. Har lærdi hon um ull og at nýta hesa. Hon hevði síðani [...] gott, siogur Borgný og metir, at eitt sindur av politiskari vælvild má til. - Stuðul verður givin til so nógv, t.d. mjólk. Hví ikki til ull?, spyr Borgný, ið væl skilir bøndur, ið ikki tíma at fáast við [...] Føroyum, tí hetta verður mett sum lítið, og unikt land. Eisini eru føroyingar so glaðir og takksamir, tá onkur ger okkurt úr føroyskum tilfari. Slíkur poistivur andi er við til at skapa áhuga og dirvi at
»Hildið verður ikki at tað ber til at umskipa Føroya Lívstrygging sum sjálveigandi stovnur til partafelag«. Og »Niðurstøða: Vísandi til omanfyri standandi verður mett, at Føroya Lívstrygging er sjálveigandi [...] di stovnur, at tryggingartakarin hevur rætt til øll aktiv, sum eru í Føroya Lívstrygging, at umsitingin av Føroya Lívs-trygging kann verða avhandað fyri pening«. Semja var um yvirtøkuna, men landsstýrið [...] fyrst og fremst Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag, við í arbeiði við ætlanunum um at yvirtaka Lív. Tí øll feløgini eiga at vera saman um hetta, so at Lív kann umskipast til teirra egni felags
Japan, sigur Kathy. Drúgv ferð til Føroya Kathy veit ikki júst, hvat føroyingart kenna til hennara ella hvat hon skal vænta sær av ferðini. Men hvussu kom ferðin til Føroya í lag? - Eg sang inn "I´m so lonesome [...] Føroyar, og í gestabókini eru tað tey, ið ynskja henni góða ferð til Føroya. - Fleiri ferðir var upp á tal at fáa í lag ferðina til Føroya, men Randy var sjúkur. Sambandið varð tó hildið og í dag er Kathy [...] ið eru til troyst hjá teimum, ið hava mist, sigur Kathy. Hon hevur í ár verið á fleiri tónleikaferðum, m.a. í Onglandi, Írlandi og Fraklandi og nú vitjar hon í Føroyum. Og hon hevur glett seg til ferðina
teir fýra kilometrarnar út til Nólsoyar. Væl var fyriskipað og beint fyri klokkan hálvgum tíggju var alt klárt. Eftir at myndutøkurnar vórðu lidnar, løgdu svimjararnir so til brots oman fjøruna. Hjálparbátarnir [...] Hjálparbátarnir lógu longu til reiðar og fólk savnaðist uppi á vegnum at hyggja at. Formansbáturin skeyt startin og svimjararnir lupu á bláman. Skjótt var at finna fram til egnan bát og so hildu tey avstað. [...] verður um at stevnan verður fyriskipað, at fáa til vega svimjihylin, ið Ove Joensen lovaði nólsoyingum. Stuðulsfelagið ynskir at takka Suðuroyar Sparikassa, Føroya Bjór, MBM og Fotobúðini fyri teirra stuðul
Emmy S. Joensen, næstformaður í Føroya Lærarafelag Um nakrar dagar byrja skúlarnir aftur, og skúlaárið 2001/2002 fer av bakkastokki. Rokið um tímajáttanina til hetta skúlaárið er av á hesum sinni og burtursæð [...] ljósið og samskipa og brúkt tær miðvíst til víðari menning av fólkaskúlanum! Tað tekur tíð at gera so kollveltandi broytingar, sum skúlalógin frá 1997 leggur upp til. Men tey, sum dagliga starvast í skúlanum [...] gongdin kann ikki halda fram. Lærarar og leiðarar mugu fáa tíð til at konsentrera seg um nøkur evni ella nakrar uppgávur og ikki kenna seg noyddar til at gapa um alt í senn. Fylgjan av verandi mannagongd er,
at bera kjakið um framtíðar støðu Føroya út um tað flokspolitiska keglið, út millum fólk, tvørtur um flokspolitisku mørkini. Hvussu hetta hevur eydnast, ber altíð til at kjakast um. Okkurt gott er gjørt [...] kundi verið betri. Ongantíð í hesum arbeiði, tey tvey árini Hesuferð hevur verið virkið, hava vit mett tað sum ágang ella undirgravandi virksemi at upplýsa fólk um tær politisku rembingar, ið standa fyri [...] ð í fullveldismálinum. Spurningurin um framtíðar politisku skipan okkara er alt ov týdningarmikil til at enda sum flokspolitisk kastibløka, har flokkar og menn siga seg vilja eitt, men meina og gera okkurt