Grasið er altíð grønari hinumegin


Ein av luttakarunum á Listastevnuni, er Kathy Chiavola úr Nashville. Hon fegnast um at vera í Føroyum, heldur enn í tí heita Nashvile og staðfestir, at grasið er altíð grønari hinumegin, tí Føroyingar ferðast heldur hinvegin, har hitin er

 


Mánadagur er, veðrið er heldur tyngjandi og grátt, fyri ikki at gera ov nógv av. Júst íblástur til ein eyðkendan countrysang, vildi onkur sagt.

Vit hava, eftir avtalu, leitað okkum niðan á Hotel Føroyar og finna av gomlum vana vegin fram í mjørkanum, ið fjalir grasklædda gistingarhúsið.

Her hitta vit Kathy Chiavola, countrysangarinna úr Nashville, ið vitjar Listastevnuna 2001.


Bluegrass

Blíð tekur Kathy ímóti í forhøllini. Vit fáa ein kaffimunn og prát.

Kathy sigur um seg sjálva, at tað, hon fæst við, er country og bluegrass. Bluegrass er meira akkustiskt kendur tónleikur, ofta við mandolin og fiól. Tað var Bill Monroe, ið legði lunnar undir henda stíl, saman við sínum Bluegrass Boys. Tónleikurin er í familju við írskan tónleik, blues og gospel.

Kathy hevur sungið saman við Bill Monroe, eisini á plátu. Og hetta, at kenna og leika saman við fólki, ið eru í fremstu røð innan country, er ikki fremmant fyri henni.

Sjálv er hon ein av tónleikamyndunum í Nashville, ið sum kunnugt er eitt slag av Mekka fyri country tónleik. Hon hevur verið ræddarvenjari hjá Vince Gill og sungið kór á plátum hjá t.d. Garth Brooks og Emmylou Harris. So eru vit á leið greið yvir, hvat vit hava við at gera.

Kathy vitjar í Føroyum við bólki sínum, ið telur 4 fólk. Hon skal leika saman við Ragnari í Vík og Dupult Kvartettini.

Í gjár leiktu tey í Fuglafirði og í kvøld í Norðurlandahúsinum.


Sera persónlig fløga

Kathy er á marknaðinum við síni 3. fløgu, FROM WHERE I STAND. Henda er ognað Randy Howard, ein trúgvur fylgiveinur hennara. Hann leikti violin, var sera evnaríkur, men doyði fyri tveimum árum síðani av krabbameini. Tey bæði byrjaðu fløguætlanina saman og er hetta tí einn sera persónlig fløga.

- Tó eru ikki bert sorgarbundin løg, men eisini lívlig og skemtilig, tí Randy hevði skil fyri tí lætta og stuttliga. Men vónandi eru eisni síður í tónleikinum, ið eru til troyst hjá teimum, ið hava mist, sigur Kathy.

Hon hevur í ár verið á fleiri tónleikaferðum, m.a. í Onglandi, Írlandi og Fraklandi og nú vitjar hon í Føroyum.

Og hon hevur glett seg til ferðina.


Eksotiskt

Tað er, sum rógva vit alla tíðina aftur á aftur og raka orðið gras, um tað so er grønt ella blátt.

Og hóast blaðmaðurin sum best orsakar vánaliga veðrið, so tykist hetta ikki órógva Kathy.

- Her vakurt, sigur Kathy, ið nýtur ferðina í Føroyum, hóast mjørkin fjalir.

- Í Nashville er sera heitt nú, tí er hetta ein lætti, sigur Kathy, meðan hon væl skilir frágreiðingina um, at hjá føroyingum er støðan júst hin øvugta: vit leita, har hitin er.

- Ja, soleiðis er, grasið er altíð grønari hinumegin, sigur Katy, sum er hugtikin av fjøllunum og sjónum.

- Fyri tykkum er hetta vanligt, men fyri meg er hetta eksotiskt, sigur Kathy.


Nashville

Hvussu er lívið í Nashville, snýr tað seg bert um tónleik og country?

Kathy greiðir frá, at í Nashville eru mong sløg av tónleiki, har eru eisini góð forum fyri jazz og klassiskan tónleik.

- Tað er nú einaferð so, at har er ein miðsavnan av góðum sangskrivarum og tónleikarum, mangir, ið vóna at finna vegin fram, sigur Kathy.

Sjálv er hon fødd í Chicago og vaks upp í Kansas City. Hon er klassiskt vand, og hevur havt áhuga fyri klassiskum og fólkatónleiki og var ofta við í sonevndum jam-sessions.

Hon hevur undirvíst við lærdan háskúla og hevði ein næming, ið hevði ein bluegrass bólk. Og so var Kathy krøkt (hooked, sum hon tekur til).


Tónleikur eins og mál - livandi

Á ferðini í Føroyum fer Kathy at leika sangir av sínum trimum fløgum, umframt at hon fer at leika saman við Ragnari í Vík - Hank Williams er á skránni - og Dupult Kvartettini, har gospel er á skránni.

Og hetta gleðir hon seg til, tí hon hevur hoyrt Ragnar og eisini hoyrt nógv gott um Dupult Kvartettina.

- Gospel er patur av country og bluegrass, sigur Kathy, sum er uppvaksin við og eisini hevur stjórnað kirkjukórið.

Tað tykist, sum hevur hugtakið country fingið breiðari merking seinnu árini. Til hetta sigur Kathy:

- Tónleikur er sum tungumál, stendur ikki í stað, men er livandi. Tó hevur countrytónleikur altíð verið traditiónsbundin. Men t.d. countryútvarp er nógv broytt. Stórar fyritøkur eru í myndini, og har ráða fólk, sum ikki leggja í. Country ídnaðurin hevur merkt eina minking, men tó grør um gangandi fót innan tónleikin og innan bluegrass. Veruligi countrytónleikurin er enn til, men hoyrist bara ikki í coyntyútvarpinum.


Í Japan

Kathy Chiavola hevur ferðast víða. Hon hevur havt undanvind í Australia og Europa og hevur eisini vitjað í Japan, har tað eisini gongur væl.

Ofta verður tikið til, at trupult er at leika í Japan, tí fjøldin er so "hampulig" á sínum sitiplássum.

- Í Japan spældi eg saman við tveimum japanskum bluegrass bólkum, tað var frálíkt, og tað sama kann sigast um áskoðarafjøldina, sigur Kathy.

- Í Tokyo gjørdust tey enntá frá sær sjálvum - went nuts - har vóru tónleikarar í millum, fólk og sum, høvdu sæð meg í Nashville, og sum vóru glað at síggja meg aftur í Japan, sigur Kathy.


Drúgv ferð til Føroya

Kathy veit ikki júst, hvat føroyingart kenna til hennara ella hvat hon skal vænta sær av ferðini.

Men hvussu kom ferðin til Føroya í lag?

- Eg sang inn "I´m so lonesome I could Cry" hja Hank Williams. Mercury sendi eintøk út og Birgir Kruse fekk eitt eintak. Hetta eru eini 5 ár síðani. Hann sendi eitt fax og eg gjørdist forvitin, tí brævhøvdið var skrivað á undarligum máli. Seinni vitjaði Birgir í Nashville sum útvarpsmaður, greiðir Kathy frá.

Hon gjørdist tó heldur bilsin, tá hon hoyrdi Birgir og hansara bassrødd í telefonhorninum, tí hon hevði hugsað sær, at navnið Birgir var ein kenning fyri navnið Bridget, altso ein kvinna, greiðir Kathy skemtiliga frá.

Kathy mátti sláa upp, hvar Føroyar vóru. Vitjar ein heimasíðu hennara, so sæst har hennara ferðaætlan, eisini Føroyar, og í gestabókini eru tað tey, ið ynskja henni góða ferð til Føroya.

- Fleiri ferðir var upp á tal at fáa í lag ferðina til Føroya, men Randy var sjúkur. Sambandið varð tó hildið og í dag er Kathy so loksins á føroyskum palli.

Hon dylir ikki, at tað er langur teinur at koma úr Nashville og til Føroya.

- Eg havi ferðast í tveir og ein hálvan dag, umvegis t.d. Detroit, Amsterdam, Keypmannahavn, Aberdeen og síðani Vágar, siður Kathy.


Hugtikin av málsøgu

Hon er higtikin av Føroyum og er áhugað í søguni. T.d. hevur hon hoyrt, at føroyskt mál fekk ikki skrivaligan búna, fyrr enn fyri eini 100 árum síðani, ella so.

- That´s amazing, sigur Kathy, og tekur blokkin við heldur jánkasligu stikkorðunum hjá blaðmanninum, ið orsakar og mutlar, at júst hatta í blokkinum hevði neyvan nakar føroyingur skilt heldur.

Men brátt er ein málsligur søgutími byrjaðu í gongini á Hotel Føroyum, og innan kaffikannan er tóm, skilir Kathy meira av føroyskari málsøgu, enn hon gjørdi frammanundan, og hon er sett inn í alstóra týdningin av "einkisigandi" bókstavinum "ð".

Føroyski pallurin er hennara og Kahty, saman við føroyskum sangarum, skal greiða føroyingum frá bláa grasinum, í tónlistaligum búna. Eitt tónlistaslag, har hon verður mett millum tey fremstu.

Blaðmaðurin leitar út undan aftur grastakta gistingarhúsinum omanfyri Havnina og út í mjørkan og "from where I stand" sæst føroyski høvuðsstaðurin ikki.