Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Tað er ikki bara viðvíkjandi ætlaðu eftirlønartryggingini, at landsstýrissamgongan gongur beinleiðis ímóti fakfeløgunum. Tí tað sama er skilið viðvíkjandi royndunum hjá fakfeløgunum at yvirtaka Føroya Lívstrygging, sum teirra limir frammanundan eiga meginpartin av.
Í summar avgjørdu feløgini so at leggja sak móti landsstýrinum fyri ólógliga ognartøku, tá landsstýrið tann 1.1.2000 gjørdi sjálvognarstovnin Fø. Lívstrygging til alment partafelag. 500.000 kostaði tað landsstýrinum at ognartaka Fø. Lívstrygging, ið umsitur eina samanlagda uppsparing uppá 948 mió. kr.
Hetta varð samtykt í øgiligum skundi í løgtinginum beint uppundir jól 1999. Javnaðarflokkurin vildi tó ikki taka undir við hesum - vit hildu ikki at greiða var um ognarviðurskiftini ? vit hildu ikki at landsstýrið kundi taka eina ogn, sum tað ikki átti, og gera hana til partafelag við sær sjálvum sum einaeigara.
Óloglig ognartøka av Lívstryggingini
Og í vár vísti tað so seg, at landsstýrið gjøgnum landsstýrisins meiriluta hevur framt eitt tjóvarí av sjálvognarstovninum Fø. Lívstrygging, har tað eru tryggingartakararnir, tvs. fyri tað mesta løntakararnir og limirnir í fakfeløgunum, sum eiga rættin til øll aktivini í felagnum. Hetta varð nevnliga staðfest av advokati og sjálvum táverandi fíggjarstjóranum í Fø. Lívstrygging (t.e. núverandi stjóranum), í skrivi til Fø. Landsstýri longu í okt. 1997 ? eitt avgerandi skriv, sum Landsstýrið tó »gloymdi« at lata løgtinginum undir viðgerðini av málinum, og sum tí ikki kom undan kavi fyrr enn einaferð í vár.
Í hesum skrivi verður staðfest: »Hildið verður ikki at tað ber til at umskipa Føroya Lívstrygging sum sjálveigandi stovnur til partafelag«. Og »Niðurstøða: Vísandi til omanfyri standandi verður mett, at Føroya Lívstrygging er sjálveigandi stovnur, at tryggingartakarin hevur rætt til øll aktiv, sum eru í Føroya Lívstrygging, at umsitingin av Føroya Lívs-trygging kann verða avhandað fyri pening«.
Semja var um yvirtøkuna, men landsstýrið sveik
Fakfeløgini, hvørs limir eiga meginpartin av aktivunum í Lív (feløgini siga 80%, landsstýri sigur 49,6%), stevna nú landsstýrinum, tí tey í langa tíð til fánýtis royndu at samráðast um eina semju við landsstýri og Lív, um at yvirtaka og keypa Fø. Lívstrygging. Í veruleikanum var man komin so langt í vár, at semja var millum allar partar.
Høvuðstátturin í semjuni var, at løntakarafeløgini skuldi yvirtaka Lív saman við Tryggingarfelagnum Føroyar, soleiðis at fakfeløgini skuldu sita við 51% og Tryggingarfelagið við restini. Síðani skuldi tann parturin, sum hevur eftirlønaruppsparingarnar hjá feløgunum, skiljast burturúr. Hendan partin skuldi fakfeløgini vegna limirnar eiga 100%. Hin parturin, lívstryggingarnar, skuldi so Tryggingarfelagið eiga og reka.
Men so hendir tað knappliga í juni í ár, at landsstýri, sum skal góðkenna hesa semjuna, gongur frá øllum. Feløgini sleppa ikki at yvirtaka Lív. Men hvat bjóðar landsstýrið teimum í staðin? Jú, tey kundu sleppa at fáa 1 umboð í nevndina ? onki annað !!!
Hetta var sjálvandi ein so stór provokatión móti feløgunum, at tey nú hava stevnt landdstýrinum fyri ólógliga ognartøku.
Øll fakfeløgini mugu vera við í yvirtøkuni
Javnaðarflokkurin tekur fult undir við sjónarmiðunum hjá fakfeløgunum: Landsstýrið eigur beinanvegin at taka samráðingarnar uppaftur við fakfeløgini, rudda misskiljingar av vegnum, og fáa lív aftur í ta semjuna við fakfeløgini, sum var innanborða. So sleppur landsstýrið eisini undan einum óvirðiligum slagsmáli við fakfeløgini í eini drúgvari rættarsak.
Hinvegin haldi eg eisini, at hesi fakfeløgini, sum eiga eftirlønarskipanir í Lív, eiga at fáa hini fakfeløgini, sum standa uttanfyri Lív, fyrst og fremst Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag, við í arbeiði við ætlanunum um at yvirtaka Lív. Tí øll feløgini eiga at vera saman um hetta, so at Lív kann umskipast til teirra egni felags pensjónskassa, ein pensjónskassa, sum fevnir um allan arbeiðsmarknaðin.
Nýggj lóggáva um eftirlønaruppsparing
Ætlanin at yvirtaka Lív kann eisini vera strategisk fyri at kunna skapa møguleikar hjá teimum feløgum, sum bert vilja hava samhaldsfastar eftirlønargrunnar, men sum verða forðað av hesum av verandi tryggar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Verður Lív yvirtikið av feløgunum og umskipað til tann sentrala pensjónskassan á arbeiðsmarknaðinum, ber til at gera nýggja lóggávu um eftirlønartryggingar, sum ikki forðar feløgunum at skipa sínar eftirlønaruppsparingar so sum tey sjálvi vilja.
Ætlanin um at fakfeløgini yvirtaka og gera Lív til teirra felags pensjónskassa, passar eisini sum fótur í hosu til eina nýggja heildarætlan fyri alt pensjónsøkið: nevnliga eina skipan, ið byggir á 3 súlur:
? fólkapensjónin
? samhaldsfasta eftirlønin, sum saman við fólkapensjónini skal verða á so høgum støði, at ein rímilig grundpensjón til allar borgarar verður tryggjað.
? eftirlønaruppsparingar, sum hvørt felag skipar fyri sínar limir, alt eftir møguleika og tørvi.
Hvat er støðan hjá hinum flokkunum?
Undir viðgerðini av løgmansrøðuni spurdi eg eftir, hvørja støðu hinir flokkarnir høvdu til hetta málið, men fekk ikki rættiliga nakað svar. Eitt er, at flokkarnir ikki eru á einum máli um eina generella eftirlønarskipan fyri allan arbeiðsmarknaðin, men fyri tað kunnu teir hava eina meining um, at fakfeløgini vilja sleppa at yvirtaka og gera Føroya Lívstrygging til teirra egna pensjónskassa. Tað kann ikki bera til, at ein fólkafloks landsstýrismaður skal sita og ráða (og forða?) fyri hesum.